FIRUM: Tær báðar, Essi Lindroth og Thuy Le, og vegleiðarin Katja Anttila, eru komnar til Firum at læra um hjartaheilsu og at lesa histologisýnir sum eru tikin av hjørtum hjá finskum alisílum.
Heidi S. Mortensen hevur seinastu árini verið PhD lesandi á Firum, har hon hevur fordjúpað seg í hjartaheilsu, hjartamorfologi og æðrakálking í krúnlívæðrini hjá føroyskum alilaksi. PhD verkætlanin hjá Heidi lakkar móti enda, tá hon í desember í ár (2026) fer at verja sína PhD verkætlan.
Seinnapartin í gjár høvdu tær báðar, Essi Lindroth og Thuy Le, framløgur fyri starvsfólkum á Firum um teirra granskingararbeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



