Mamma okkara lærdi okkum hetta: "Tað er ov seint at hugsa um at spara, tá botnurin á tunnuni kemur undan"
- Hans P. Johannesen í útvarpssamrøðu við N. J. Arge

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Elveitingarlógin er samtykt við 3. viðgerð og á seinasta tingfundinum hesa tingsetuna - 17 atkvøddu fyri uppskotinum og 13 ímóti

Elveitingarlógin er til viðgerðar nú í tinginum, og andstøðutinglimir hava lagt fýra broytingaruppskot fram

Rishi Sunak hevur útskrivað val, sum verður tann 4. juli 2024

- Tað er onki at ivast í, at tær broytingar, sum nú verða gjørdar, eru eitt afturstig, bæði fyri samfelagið og vinnuna - og har brúkarin í síðsta enda verður taparin

- Skal Palestina viðurkennast sum eitt ríki, so krevst, at ríkið finst, sigur danski uttanríkismálaráðharrin

- Oyggjaleikirnir fara at kosta umleið 22 mió., sum skulu brúkast til at samskipa, marknaðarføra, seta og at enda Oyggjaleikirnar og harumframt til ferðing og samskifti

Í dag varð MR-skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi tikin í nýtslu. Í hesum sambandi skipaði Klaksvíkar sjúkrahús fyri móttøku seinnapartin

- Lógin um burðardygga ferðavinnu vendir nú rætt. Stórmálið um “gongd í haga” er nú loyst

 

Eitt samt Løgting hevur júst nú við 3. viðgerð samtykt broytingaruppskot um floksstødd. Bárður á Lakjuni var sjálvur annar partur av minnilutanum, sum setti fram broytingaruppskot til 2. viðgerð

Ingilín D. Strøm, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrisfólk hava í dag undirskrivað eina trípartaavtalu um umhvørviseftirlit við skipum

Tingið hevur júst atkvøtt um uppskotið um burðardygga ferðavinnu sum var samtykt við 23 atkvøðum fyri og 8 ímóti

Fólkaflokkurin hevur lagt broytingaruppskot fram í sambandi við lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu. Uppskotið hjá landsstýrismanninum er alt ov ógreitt – serliga um hvørt ræðisrætturin er intaktur

Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin

Ferðavinnulógin skal til triðju viðgerð og elveitingarlógin til aðru viðgerð

Tolið hjá Siumut er uppi - IA bíðar eftir Naalakkersuisut

- Nógv er komið burturúr, men landsstevnan staðfestir kortini, at serliga trý vallyfti eru eftir at fremja í verki

Her er formansfrágreiðingin hjá Aksel V. Johannesen á landsstevnu floksins í Skálavík í dag

Viðgerðartíðin hjá umsøkjarum í Føroyum um ríkisborgararætt er munandi longri enn hjá umsøkjarum í Danmark. Tað vísir svar sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið frá donskum ráðharra

Heini í Skorini hevur framløgu um støðuna í Gaza og Miðeystri og formaðurin, Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu. Fylg við her

Meira enn ein fjórðingur av veljarunum vilja hava Bein Johannesen til løgmann – hann er nú betri umtóktur enn bæði Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen, vísir nýggjasta Spyr-kanningin hjá Portalinum

Sum myndin vísir so var tingsalurin rættiliga tómur, tá ið atkvøðast skuldi um uppskotið

- Uttan at bjóða verkætlanina um at gera KT-undirstøðukervið út alment, hevur Fíggjarmálaráðið ætlanir um at keypa hesa tænastu frá tveimum frammanundan útvaldum veitarum

- Seinnapartin samtykti Løgtingið við breiðum meiriluta við aðru viðgerð, at fólk í Føroyum eiga rættin ókeypis at ferðast í føroysku náttúruni

- Hvønn dag ganga yvir túsund fólk á økinum kring farstøðina á Eystaru bryggju. Hesi verða nú øll blakaði út í óvissuna

- Ein haldføriskanning sum vit hava biðið um og sum vit ikki hava fingið viðgjørt enn, verður nú brúkt í einum heilt øðrum høpi

Málið um at beina málið um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk aftur í nevnd fall

Millum annað uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu kemur til atkvøðugreiðslu

- Nú verður eitt av tilmælunum hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, í samband við ríkisborgararætt, veruleiki

Tá ið tingið kom saman aftur eftir lítlan steðg skuldi atkvøðast um at fáa málið um elveitingarlógina úr aftur Rættarnevndini - uttan at álit verður skrivað

- Løgtingið hevur samtykt at fylgja Nordisk Konvention om social sikring, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at føroyska lóggávan verður tillagað soleiðis, at hon samsvarar við millumlanda sáttmálan

Uppskotið um tøkugjald er til viðgerðar nú, men tað hevur ikki verið viðgjørt í Vinnunevndini yvirhøvur, segði Árni Skaale millum annað

Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið

- Lógartryggjaður rættur: Sambært § 1, stk. 3 í løgtingslóg um kringvarp, hevur landið skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya

- Ein samd tingmanning hjá Javnaðarflokkinum tók IKKI undir við at hækka tingfólkalønirnar 6.700 kr., men tók undir við at BROYTA lukrativu pensjónina hjá tingfólki, so tey framyvir fáa 15 prosent í pensjón

- Framsókn stemmaði ímóti tí, sum vann teimum valið

Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól er til viðgerðar og løgtingsfólk - tey flestu - vóna at løgmálaráðharrin - sum ikki er fyri vakmyndatólum - fylgir áheitanini hjá Løgtinginum

- Antin við at samráða seg til sína egnu avtalu ella við at seta seg í samband við donsku stjórnina við atliti til at víðka eina danska avtalu til eisini at fevna um Føroyar. Fyrstnevndi háttur er serliga viðkomandi

- Endamálið við broytingunum er sum heild at tillaga lógina og gera rættingar, sum bøta um lógina

Treytirnar at fáa viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, gerast nú lagaligari

Vinnunevndin hevur nú skrivað álit viðvíkjandi uppskotinum til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samdir um, hvussu karmarnir fyri ferðavinnuna skulu skipast frameftir

- Her standa vit og viðgera eina lønarhækking á 7000 kr. um mánaðin, meðan fólk eru í verkfalli fyri at fáa nakrar krónur afturat í lønarhækking

- Løgtingsmenn og Løgtingskvinnur, umboðandi Føroya fólk hava talað: frí fosturtøka hoyrir ikki heima í Føroyum!

- Verandi løn er rímilig og saman við Hervør Pálsdóttir havi eg mælt Løgtinginum frá at hækka lønina í verandi støðu

Tað segði formaðurin í Miðflokkinum undir viðgerðini av uppskotinum sum Miðflokkurin hevur lagt fram og sum er til viðgerðar nú

Uppskotið um fría fosturtøku hjá landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen fall við 2. viðgerð og er sostatt avgreitt frá løgtinginum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur var ikki í iva um sína støðu viðvíkjandi fríari fosturtøku, sum hon ikki tekur undir við, men hon helt eisini at ein fólkaatkvøða átti at verið hildin um málið

Ann Hermansdóttir, studentaprestur, hevur vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann. Tey skiftu orð um uppgávuna, sum studentapresturin hevur røkt á øllum miðnámsskúlunum síðani í august í fjør

- Jeg fari sjálvandi ikki at atkvøða fyri at geva okkum løgtingslimum meira í løn. Okur í Javnaðarflokkinum eru øll ímóti at tinglønin hækkar

Ein stórur meiriluti á Løgtingið hevur í dag tikið undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja felags pantskipan