Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sámal Petur í Grund verður nýggjur floksformaður fyri Sjálvstýri. Hetta hendir eftir at Landsnevndin, formenn fyri økisfeløgini, tingmaðurin og onnur umboð floksins einmælt mæltu til at velja hann til floksformann fyri Sjálvstýri á Landsnevndarfundi fríggjadagin

- Arbeiðið við starvsfólkabygninginum er ikki komið so langt ávegis enn. Her er fyrsta stigið at viðgera hugskot til m.a. innrætting

Sambært KVF so er talan um 32 broytingaruppskot í sambandi við fíggjarlógina, har andstøðan eigur tey 31, meðan samgongan eigur 1

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja uppstiga matvørútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík

Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, sum hevur tosað við Útvarpið, so hava nógvu broytingaruppskotini útsett tingfundin til einaferð seinnapartin. Hann skuldi annars byrja klokkan 10 fyrrapartin

- Fíggjarlógin vísir greitt, at tá ið onki mál og ongin hugsjón er fyri fólkið í landinum, so verður alt bert ein boksidystur, har tey sterkastu fáu vinna og tey mongu knáu gjalda prísin

Væntast kann lívligt orðaskifti

- Eg unni væl fólki nýggjar vegir og havnir, men at skerja Barnabata samstundis er ikki í lagi. Samgongan kann ikki loyva sær at senda rokningina til børnini

Bæði samgongufólk og andstøðufólk halda at tað verður testað í so nógv í løtuni. Formaðurin í Fíggjarnevndini segði at tá 3000 fólk verða testað kostar tað 600.000 krónur

Royndir aðrastaðni vísa, at fólk, ið hava fingið eina triðu koppseting fyri COVID-19 eru betri vard ímóti Omikron-frábrigdinum enn onnur

Triðja viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar) er sett á skrá til tingfundin mánadagin 20. desember, kl. 13

- Ein frágreiðing gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum vórðu settar í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral

- har fráfaringaraldurin verður hækkaður til 72 ár, harumframt verður møguligt at leingja við tveimum árum í senn, sigur løgmaður

- Í føroyskari lóg er einki samlað yvirlit yvir loyvd ella bannað týningarevni í matvørum, og tí heldur starvsstovan seg til tey yvirlit, sum eru ásett í øðrum Norðurlondum

- Samgongan leggur onki í framtíðina í Føroyum og skerjir tí nógv á økjum, sum hava við børn og ung at gera

- Ikki eiti á jólagáva til okkum øll

- Tað er ræðandi og óskiljandi, at landsins leiðsla framhaldandi og málrættað og til tað síðsta vil gera umstøðurnar truplari fyri fólk og virki at virka í Suðuroynni

Tingfundurin byrjar klokkan 10

Bæði samgongufólkini siga við Útvarpið, at tey fara at atkvøða fyri uppskotunum um sammóður, sum vórðu samtykt við aðru viðgerð

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, sum hevur verið í sambandi við smittu, hevur valt at fara í sóttarhald

- Annika er ikki vald á ting. Men hon máar støðið undan eini avtalu, sum tey, ið eru vald fyri Fólkaflokkin, hava gjørt. Uttan mun til, hvat mann heldur um barsils-málið, so er hetta ikki í lagi

Negativar rentur og endurgjald fyri avgjald á orkuvinarligar bilar koma til aðru viðgerð

- Tað er løgið at uppliva, at summir politiskir flokkar á einari síðu flagga við grønum orkuskifti, men samtíðis seta teir føtur í spenni ímóti øllum framburði á hesum økinum

- Grundarlagið fyri hesi broytingini er at minka um pappírsoyðsl, óneyðugt rusk og fyribyrgja, at fólk verða eggjað til at keypa meira, enn tey hava tørv á

- Hevur tú fingið dóm ert tú óverdigur at sita í tinginum, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin

- Hon visti, hvat hon gjørdi, og varð ávarað av sínum embætisfólki um, at tað var lógarbrot, sigur dómurin

Fyrrverandi danski ráðharrin kann risikiera alt frá fongsulsdómi til fríkenning

Atkvøtt verður í rokmálinum um sammøður

- Tað er ikki í ordan at teir persónar í samgonguflokkunum, sum ganga inn fyri einum konservativum leisti, og sum í veruleikanum taka várharra inn á løgting, sleppa at stýra eftir heilagu skriftini

Útmeldingin frá Føroya Væl, valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn, fær ikki løgmann at leypa framav. - Men sjálvsagt skal støðan takast í stórum álvara, sigur hann

- Tað, sum hendi í síðstu viku, at ein løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum setti seg á báðar sessirnar, er átaluvert, og eigur ikki at koma fyri. Og undirgravingin av koronupolitikkinum hjá landsstýrinum skal steðga beinanvegin, annars eigur Sambandsflokkurin at umhugsa samgonguslit

- Eg fari í dag til Sameindu Arabisku Emiratini á fyrstu vitjanina nakrantíð hjá einum ísraelskum forsætisráðharra, segði Naftali Bennett fyrr í dag sambært Reuters

- Tað var ein feilur at seta regluna inn um, at samgongan skuldi bindast til at atkvøða saman um andstøðuuppskot, sigur Báður á Steig Nielsen millum annað

- Gott í teg, landsstýrismaðurin í vinnumálum, tá tú kemur í Løgtingið við enn einum hjálparpakka – tryggja so hesaferð at øll vinna, sum verður rakt av stongsli og avmarkingum, fær rættvísa og javnbjóðis møguleika fyri hjálpandi hondini

- Eg havi lagt uppskot fram fleiri ferð um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum, men hesi vóru øll feld. So tað var ein lítil glotti at hoyra, at arbeitt varð við málinum um hagtølini

- Eg haldi at vit føroyingar skuldu tikið saman hendur og gjøgnum okkara politisku flokkar gjørt eina tjóðarsemju um at minkað ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null, skrivar hann á facebook

- Sjálvandi skuldu øll kannast við landamørkini, men høvdu vit gjørt tað beinanvegin, so høvdu størri sannlíkindini verið fyri, at vit høvdu havt betri tamarhald á smittuni, og at vit kanska høvdu fangað omikron fyrr

Fleiri atkvøðugreiðslur eru eisini á skránni

- Løgtingið eigur at taka avgerðina um radaran, sigur Sjúrður Skaale í hesum lesarabrævinum

Ein seinnapart í desember ætlar landsstýrið at bukka fyri donsku krøvunum um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum. Uttan um Løgtingið

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina váðameting og seta átøk í verk at binda fyri hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti

Tað er púra skeivt, tá KVF sigur, at vit hava gjørt av, hvar høllin skal standa. Tað er gjørt av í tingingum millum arbeiðsbólkin og Tórshavnar býráð

Danski verjumálaráðharrin er í sóttarhaldi tí hon hevur verið nær einum persóni sum er smittaður við Omikron

- Hann ger okkum til eitt bumbumál, endurgevur Sputniknews føroyskar politikarar fyri at siga

- Framvegis kunnu útlendskir spekulantar keypa alt upp, sum teir vilja í Føroyum

385.000 kilo av lýsingabløðum vórðu borin út í 2019. Tað er óneyðugt og elvir samstundis til meirnýtslu. Tí havi eg sett fyrispurning til landsstýrismannin um málið

Nú verður lættari hjá fólki at avgerða, hvør skal taka sær av fíggjarligu og persónligu viðurskiftum um sjúka skuldi rakt

Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir nú fólki til í størri mun at brúka skundkanningar

Tingfundurin byrjar klokkan 13

- Tað er týðandi, at borgarin og vinnan vita, hvat tað er, tey gjalda fyri í ómaksgjaldi, tá almennar tænastur verða veittar