Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- So rámandi tók Bárður á Steig Nielsen til á tingsins røðarapalli í morgun, nú ólvasøkurøða løgmans er til viðgerðar

- Tað hevur verið funnist at ólavsøkurøðu løgmans, men tað er ikki ein ógrundaður kritikkur, segði Ruth Vang, fíggjarmálaráðkvinna

Margit Stórá, heilsumálaráðkvinna, upplýsti fyri løtu síðani, at tann 1. september í ár, fær hon eitt tilmæli frá arbeiðsbólki um universitetssjúkrahús í Føroyum

- Ofta detta eingangsinntøkur burtur ella lækka munandi í verri tíðum, og tá kann støðan gerast álvarslig fyri landskassan

- Og um einki eydnast, so fara tey reiðarí, sum í dag fiska í Barentshavinum, at fiska tann fiskin, sum russar í dag fiska undir Føroyum

- Útoyggjarnar eru sera týdningarmikil partur av ferðavinnuni í Føroyum og eiga m.a. tí at fáa hægri raðfesting sum slíkar

- og tey eru send til "Center for kønsidentitet" - ikki tí tey eru sjúk, og mín spurningur er, hvør rindar?

- Ístaðin fyri at menna og stimbrað føroyska búskapin, so hevur sitandi samgonga heldur framt, og er í ferð við at fremja, fleiri átøk, ið hava eina køvandi ávirkan á búskapargongdina

- Vit mugu síggja til, at vit altíð kunnu handfara talið av tilflytarum til Føroya og forða fyri møguligum skeivleikum, sigur Bjarni Kárason Petersen við KVF

Formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, vísir á, at tað eru nøkur góð ting í løgmansrøðuni, men ætlanirnar hjá samgonguni eru sera kostnaðarmiklar

- Her er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin heldur seg uttanfyri

- Vit skulu hava meginreglur fyri hvussu útveitingarpolitikkurin er, og tí verður politikkur nú orðaður, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

- Sama hvør avgerðin verður, kann hon ikki bara grundast á búskaparlig atlit, segði løgmaður millum annað í Ólavsøkurøðuni um samstarvið við Russland

- Tað verður trupult hjá samgonguni at fáa allar tær politisku ætlanirnar framdar, tí har er ikki fígging til tað, siga formenninir í Sambands- og Fólkaflokkinum

- Hóskar hann til støddina á samfelagnum? Kunnu vit skipa okkum øðrvísi og bíligari?

Ólavsøkudag 2023 komu broytingarnar í gildi, sum Løgtingið fyrr í ár samtykti at gera í Tingskipanini

Andstøðuflokkarnir hava funnist at ætlaða skattalættanum hjá landsstýrinum. Teir siga, at fíggingin manglar, men hesum er løgmaður ikki samdur í, sigur hann við KvF

Velevnini eru ikki heilt samd um framtíðina hjá Grønlandi í ríkisfelagsskapinum

Fólkaflokkurin ynskir øllum eina góða ólavsøku

Tann parturin sum verður sendur í út- og sjónvarpi er bert eitt lítið brot av allari frágreiðingini um landsins støðu og ætlanirnar hjá landsstýrinum. Øll røðan kann lesast her

- Í gjár skipaðu politikararnir og prestarnir fyri stuðulsdysti á Tórsvøll, har pengarnir fóru til Barnbata

Løgmálaráðið er farið undir at fyrireika lóggávu, sum ger roynd at tøla børn og ung við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang, revsivert

Á fundinum umrøddu Sirið og Guðmundur Ingi felags mál og avbjóðingar millum annað á almannaøkinum og viðvíkjandi LGBT+ rættindum

- Føroyar líkjast í nógvar mátar okkara grannalondum, og har hoyra vit tíverri við jøvnum millumbilum í fjølmiðlunum um ágang av ymsum slag móti teim eldru

Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er valevni á formansvalinum í næststørsta flokkinum í Grønlandi, Siumut, heldur at Grønland skal tosa við einari tungu

Nú verður loyvt, at føroysk skip fram til 31. august kunnu landa makrel uttanlands

USS Delaware er kjarnorkurikin, og lá við bryggju á Oyrareingjum í nakrar dagar seinast í juni

Uppteljingin eftir valið í Spania vísir, at konservativi flokkurin PP er størst, men fær ikki meiriluta, heldur ikki við møguligum stuðli frá høgraflokkinum Vox

- Tað er harmuligt, at ósekir føroyskir og russiskir fiskimenn, sum ongan leiklut eiga í ræðuliga stríðnum í Ukreina skulu ofrast, einans fyri at caffè latte brigadan í Havn skal fáa sálarbøtur

- Russiska stýrið fremur ófatiligar brotsgerðir. Stóra samstarvið við hetta stýrið leggur okkum í eina politiska spennitroyggju

Annar partur (av trimum)

- Ríkisfelagsskapurin er ikki – og kann ikki verða ein spurningur um, at eitt land ræður yvir hinum, skrivar danski politikarin ma. í tíðargein í Sosialinum, sum hann hevur sent VP

- Tað er sera umráðandi, at politiska skipanin í allari revsilóggávu sendir eitt púra greitt signal um, at børnini onga ábyrgd eiga í teimum kynsligu misbrotum, sum verða framd

Hóast forsetin ikki er nøkur politisk rockstjørna, so vísa nýggju donasjónstølini, at hann framvegis fær stuðul frá veljaranum

Viðgerð av støðuni har norðuri í landinum elvdi til at parlamentslimir fóru til hendurs í Kosovo

- Bert 202 dagar brúkti samgongan at plyndra fiski- og alivinnuna, og nú eigur veitingarvinnan tørn

- Noreg dugur, Føroya Landsstýri dugur einki

Erdogan fer at samtykkja svenskan Nato-limaskap. Tað upplýsti aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Vilnius í kvøld

Talan er um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, umframt tvær tænastur, sum verða veittar umvegis Sernám frá privatum

Sum svar uppá áheitan hjá Sjúrði Skaale upplýsir danski løgmálaráðharrin, at kriminalforsorgin í Danmark fer at kanna, hvussu vitjanartreytir og aðrar umstøður hjá føroyskum fangum í Danmark kunnu betrast

- Avtalan um verjumál, sum Høgni Hoydal, vegna Føroyar er partur av, ger at vit ongan veruligan leiklut fáa

- og vit fara at klára okkum enn og betri, tá vit sleppa undan hennara skjúrtuveli. So stúr ei, góði Sjúrður Skaale

Mikudagin 5. juli var hátíðarhald við Rásina í Runavík, í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í, og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Rásini

- Seinnapartin í gjár var móttøka á Eiragarði 16 í Havn, í sambandi við, at bygningurin er høvuðsumvældur

- Ein atfinning, sum var í sambandi við broytingina hjá undanfarna landsstýri var, at tað var óheppið, at nevndin fyri Landsbankan og Búskaparráðið skuldi vera sama nevnd

- tá journalistarnir bara spyrja eftir málum, sum eingin játtan er til. Tað ber ikki til at lova at gera nakað, um eingir pengar eru, og at siga nei, verður ikki góðtikið

- Higartil (pr. 13.06.2023) hava 144 ukrainsk flóttafólk fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Í løtuni bíða 3 persónar eftir eini avgerð um uppihaldsloyvi

- 160 MW av vindorku mugu vera tøk, tá pumpuskipanin í Vestmanna stendur klár. Tað var greiði boðskapurin frá Kára Johansen, nevndarformanni í SEV, í Degi og Viku í gjárkvøldið. Í innslagnum varð eisini sagt, at pumpuskipanin nú er í vanda

Norski Rødt-leiðarin Bjørnar Moxnes hevur givið fleiri frágreiðingar um, hvussu sólbrillur endaðu í hansara jakkalumma, og eisini broytt frágreiðing, men her avdúkar VG, hvussu hendingin fór fram

Richard Haass, sum hevur verið uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá fýra amerikanskum forsetum heldur at í dag er tað USA sum er størsta hóttanin í heiminum