Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hendan myndin hjá Javnaðarflokkinum á Facebook var løgd út eftir at fyrsta fíggjarlógin gjørdist almenn, og sá myndin sera bjørt út hjá sitandi samgongu

Frá 200 mió. krónum í yvirskoti til 200 mió. krónur í undirskoti eftir einum ári við nýggjari samgongu, vístu andstøðutinglimir á undir viðgerðini av uppskotinum um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025

- Ein stór avbjóðing við støðuni hjá føroyska rossinum er, at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er avmarkað

- Hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk? Hvørji átøk eru ávegis?

- Tað eru langar bíðirøðir eftir heilivági á apotekunum í Havn og tí verður arbeitt við at lata tvey nýggj apotek upp í meginøkinum. Annað verður í Vágum

- Og vit missa streymin fleiri ferðir um mánaðin, segði Johan Dahl millum annað undir viðgerðini av uppskotinum um framleiðslu og sølu av el og fjarhita

Føroyar eiga at taka seg úr Norðurlandaráðnum, um tað ikki ber til at fáa sjálvstøðugan limaskap. Annaðhvørt eru vit við ella ikki, á jøvnum føti, segði Johan Dahl í løgtinginum fyrrapartin

Røða, sum løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen helt til setanina av evnistingfundi Norðurlandaráðsins í morgun

Simon Harris er í dag valdur til nýggjan forsætisráðharra í Írlandi eftir at Leo Varadkar fór frá

Í røðu sínari vísti løgmaður á týdningin av einum enn tættari samstarvi, og felags ábyrgdina hjá Norðurlondum at leggja karmar um eina trygga framtíð

- so mennast kunnu betri karmar fyri at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð fyri tann málbólkin, ið hevur menningartarn

Tað manglar so evarska lítið í, at vit kunnu gerast ein sjálvstøðug tjóð – eitt ordiligt land, sum formaðurin sigur – og nú skulu seinastu stigini takast

- Hví tiga ST og stovnar felagsskapsins?

Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og hevur starvast sum deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini síðan 2009

Tjóðveldi hevur floksting í Hósvík í dag

- so at ross kunnu útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er á mál?

- Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum 2. september 2023 ella seinni?

Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund og hevur skipað nýggja nevnd

Sjúrður Skaale spyr útlendinga- og integratiónsaráðharran um vantandi eftirlit

- Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til dømis eldsbruni?

Á 75 ára degnum hjá Nato sigur Joe Biden forseti at USA hevur eina heilaga skyldu til at verja hvønn einasta tumma av landøki í samgonguni

Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í morgun kinesiska varahandilsmálaráðharran, Ling Ji. Fundurin var á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn

- Kvotaskipan er perfekt á einum rokniarki - og bara har. Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið

Oslo Politi upplýsir fyri norskum miðlum, at hóttanin var funnin á sosialum miðlum og var síðani meldað

- Hóast nógvar fyritøkur eru í grannalondum okkara, sum framleiða ymiskar hávirðisvørur úr innvølum og fiskaskæðu, so er greitt, at hetta kemur ikki eftir einum degi í Føroyum

Fleiri limir í ES-Parlamentinum hava eftir øllum at døma fingið pening frá Russlandi fyri at breiða út russiska propagandu

- Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at broyta forskattingina av pensjónum. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við KVF

- Ongar fráboðanir eru skrásettar í veiðidagbókunum hjá skipunum, ið vísa, at uppsjóvarskipini hava fingið tunfisk sum hjáveiðu, meðan tey fiskaðu uppsjóvarfisk

- Føroyar hava ikki tikið undir við, at eingin námsvinna skal vera á landgrunni Føroya

- Býti av leigubústøðum kring landið er soleiðis, at 60% av bústøðunum eru í Suðurstreymoy, 14% í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum, 7% í Suðuroy, 2,5% í ávikavist Vágum og Norðstreymoy og 1% í Sandoynni

- Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin frá slíkari bót fer í danska statskassan

- Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir hava skrivað undir eitt semjuskjal, ið skal tryggja støðugar karmar fyri alivinnuna

- Nú semja er undirskrivað millum flokkar, hava fleiri spurt, hví Fólkaflokkurin ikki er ein partur av semjuni. Hetta er søgan

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin eru komnir ásamt um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024

- Er ósemja ímillum arbeiðsfólkini í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvat snýr ósemjan seg um?

Seinnapartin í dag verður semja undirskrivað millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna

- Talið av CT-skanningum í 2015 var 7.536, meðan tað í 2023 var 12.947. Sama tíðarskeið er talið av MR-skanningum meira enn trífaldað, tað er nevnliga vaksið frá 1.071 skanningum í 2015 til 3.623 skanningar í 2023

- Roknað verður við 520 mió. kr. í 2024

 

Semjan byggir á ein karm, sum er 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% seinasta árið

- Nú verður kommunuval, og nú skal Heðin aftur veljast inn uppá eitt ørvitismál

- Landsstýrismaðurin og samgongan, suðuroyartingfólkini Bjarni Hammer, Henrik Old og Súsanna Bertholdsen íroknað, hava skapt trupulleikan, og mugu loysa hann sum skjótast

Norðurlond skulu deila meiri vitan um børn og ung í kriminaliteti. Hetta var ein av niðurstøðunum á ráðharrafundi í Svøríki 20. mars

- Tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðini, inn til klárt er at koyra suður. Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj

Orðið abort finst ikki í føroysku orðabókini hjá Sprotanum, men kortini verður tað brúkt á tingi nú uppskotið hjá løgmálaráðharranum Bjarna Kárason Petersen um fosturtøku verður viðgjørt

Løgtingið hevur valt 6 fastar limir og 6 varalimir í Grein 25 nevndina sum skal koma við tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk og geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna

- Og tað skal samgongan hava takk fyri

- Og hevur fingið eina lønarhækking upp á umleið 12.000 krónur um mánaðin? spurdi Jacob Vestergaard løgtingsforkvinnuna sum tók orðið undir viðgerðina av uppskotinum um samsýningar og eftirløn løgtingsmanna

Væntast kann eitt lítið avlop á fíggjarlógini í 2025, vísa framrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum