Skjótasti mátin at missa álitið á fólkastýri er at práta í 5 minuttir við tann meiniga veljaran
- Winston S. Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kreml sigur um fundin millum uttanríkismálaráðharrarnar Sergej Lavrov og Dmytro Kuleba í Turkalandi í morgin at hann er «sera týðandi»

- Samgongan ætlar at hækka vegskattin við 300 krónum, olju og bensingjøld skulu hækka 13 oyru fyri hvønn litur. Men samstundis merkir hvørt húsarhald í landinum, at prísurin á brennievni er so høgur, sum ongantíð áður í Føroyum

Norðoya Sjálvstýrisfelag hevði mánakvøldið sín árliga aðalfund, og aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu

- Strandferðslan skal ikki stýrast sum ein gróthørð fyritøka. So er alt endamálið burtur við at tryggja øllum føroyingum flutning millum øki í landinum

Nýggj avtala millum donsku stjórnina og aðrar flokkar á fólkatingi leggur upp til eina kraftiga upprusting av donsku verjuni og inniheldur hon eisini lutir, sum kunnu hava ávirkan á Føroyar

Landsstýrið eigur øll uppskotini

Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir hava klagað til formansskapin

- Tað hoyrast javnan neyðarróp frá foreldrum, stovnsleiðslum og øðrum, sum varða av, um stóra mangulin uppá starvsfólk. Hesi róp mugu hoyrast

Karismatiski politikarin við hevjaðu røddini og litríku slipsunum er funnin sekur í happing í eini frágreiðing hjá óheftum serfrøðingapaneli

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt uppskotið til broyting í dagpeningalógini, sum Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyri Løgtingið

- Okkum tørvar framvegis 8. mars til at seta fokus á vantandi javnstøðu!

- Dagurin í dag er ein góður og lívsjáttandi dagur, tá eitt samt løgting tók undir við uppskotinum um at gera broytingar í løgtingslógini um dagpening vegna sjúku

- Eg meti tað vera umráðandi, at vit sum flokkur gera alt fyri, at bæði kyn eru eins væl umboðað í politikki. Eg gleði meg til at fara í holt við arbeiðið, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Starvsnevndini

- Hvør hevur tikið stig til at fáa allar nevndarlimirnar skiftar út?

- Føroysku sílini hava tað ikki gott longur - og heldur ikki villlaksurin

- Okkurt má gerast beinavegin við tørvin á starvsfólkum innan vælferðarøkini

- Vit mæla til at avtaka verjufyrivarni, sigur danski forsætismálaráðharrin

- Hvat kostar tað landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir ógvusliga skriðulopið nýliga?

- Danska stjórnin leggur seg ikki út í, hvussu málið um lofteftirlitsradara verður viðgjørt í Føroyum

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, undirstrikar enn einaferð, hví USA ikki vil seta í verk flogforboð yvir Ukraina, sum ukrainska stjórnin vil

- Sleppa allir felagsskapir fram at í yrkis- og miðnámsskúlarnar at hava undirvísing?

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hitti í gjár, 3. mars, ES nevndarlimin í handilsmálum, Valdis Dombrovskis á videofundi

Í eini talu í russiskum sjónvarpi, segði russiski forsetin millum annað, at Russland hevði ongar óndsinnaðar ætlanir viðvíkjandi sínum grannum

Ein nógv størri partur av føroyskari ferðavinnu skal vera vinnuferðavinna. Tað er høvuðsboðskapurin í frágreiðingini sum Vakstrarforum almannakunngjørdi í dag

- Evropa tørvar orku, og vit eiga orku. Vit fáa hana púra ókeypis. Hon súsar um oyruni á okkum flestu ársins dagar

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, segði í sjónvarpstalu í kvøld, at alt gongst eftir ætlan í Ukraina

- Hvussu kemur vælferðin at síggja út í framtíðini? Tørvur fer at vera á 2000 fleiri vælferðarstarvsfólkum um 10 ár, hevur Búskaparráðið víst á

- Tað standa 211 børn á bíðilista, og bíðitíðin er 18 mánaðir!

- Síðan 1. mars 2002 hava 33 læknar tikið høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgving – í Føroyum. Tann seinasti í røðini bleiv liðugur við útbúgvingina mánadagin 28. februar

Unga Sjálvstýri hevði aðalfund í farnu viku. Nevndin hevur skipað seg við Hera Danielsen sum formanni

Áhugin var stórur, tá Guðrun & Guðrun, Shisabrand, Steinum og Navia í felag skipaðu fyri forkunnugum tiltøkum um ull, binding og sniðgeving í París síðsta vikuskifti

- Um eingin semja fæst í lag við kommununa, kunnu onnur uppskot gerast aktuell, m.a. um eitt víðkað samstarv millum landið og LISA um brúk av bygningunum í Hoydølum

- Eg var ikki alt ov álviligur, tá eg steig tey trý trinini upp í russiska tokið á Gare du Nord jarnbreytarstøðini í París. Tokið sá ikki serliga tespiligt út heldur. Slitið og skitið, í hvussu er har, sum vit vanligu fólk húsaðust

- Revsilógin skal broytast, so tað verður staðfest, at "samlega" við børn undir 15 ár altíð er neyðtøka og verður revsað sum neyðtøka. Orðið samlega hoyrir yvirhøvur ikki heima í slíkum førum

- Vit vilja fegin gera fleiri íløgur í Føroyum. Tað vóru boðini frá Henrik Lehmann Andersen, stjóra í Nordea-fonden, til Edmund Joensen

Tað sigur Sergej Lavrov sum svar til orðini hjá Joe Biden um at alternativið til sanksjónir er triði heimsbardagi

Í nátt klokkan 02 okkara tíð fer amerikanski forsetin Joe Biden at tosa til amerikansku tjóðina, tá ið hann heldur sína fyrstu State of the Union røðu

- Um lógin ikki varð broytt og við verandi gongd, hevði sannlíkt verið tørvur á eini játtan á umleið 150 mió. kr. um 4-5 ár

- Tað er sannlíkt, at russisk hernaðarflogfør regluliga hava verið í okkara loftrúmi farnu árini. Men vit vita tað ikki, tí vit hava ongan radara...

- Ræðuleikarnir, sum í skrivandi stund ganga fyri seg í Ukraina, eru ein áminning til okkum øll. Ein áminning um, hvussu lætt tað er at gloyma, at heimsfriður ikki skal takast fyri givið

- Nú skuldu stór tøk takast, fyri at stytta bíðilistarnar til viðgerð fyri sjúkur

- Um einki verður gjørt fyri at avmarka próvtøkurnar hjá miðnámsskúlanæmingum, so kunnu føroyingar hava verri fortreytir enn danir, um teir søkja inn á víðari lestur í Danmark

Frá 1. mars verður tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum

- Kreppur rúma fyri tað mesta vanlagnur og dýrastu neyð! Í so máta er russiska innrásin í frælsa landið, Ukraina, onki undantak!

Ungarn fer ikki at senda vápn og herdeildir til Ukraina og vil heldur ikki at onnur lond brúka Ungarn sum transitland, um deyðilig vápn verða flutt til Ukraina

Samgongan er samd um at leggja uppskot um felags foreldramyndugleika fyri tingið, og heitið verður foreldur. Tað upplýsir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri Útvarpinum eftir samgongufund fyrrapartin

Í sambandi við at Neyðtøkutilbúgvingin verður sett í verk í morgin, verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum

- Er ætlanin at geva NámX og 10. flokkunum somu treytir viðvíkjandi skúlakorti sum næmingar á miðnámi, eftirskúlum og háskúlum?

- Frá í dag 28. februar eru allar koronuavmarkingar avtiknar

Sambært ukrainsku forsetaskrivstovuni skula umboð fyri Ukraina og Russland hittast á markinum millum Ukraina og Hvítarussland í dag í eini roynd at fáa eina friðaravtalu