Har nevin er rættur er størsti nevin hægstirættur
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tað eru bara 7 ár til 2030, og tá skal eftir ætlan øll elframleiðsla á landi koma frá grønum orkukeldum

- Onkuntíð hevur formaðurin í DK bjóðað mær upp á sítt kontór at njóta eina fløsku ella tvær av hansara stóru passión: fronskum reyðvíni. Tað er tað, sum hevur ført til ætlaðu føroyaferðina, skrivar Sjúrður Skaale á Facebook

- Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tøkugjøldini verið í alivinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær?

- Sambært heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum eru fólk vælkomin at geva Landssjúkrahúsinum gávur

- Avgerðin um eitt lønarlyft, og hvussu lønarlyftið er sett upp, er ikki ein avtala, sum Landsstýrið hevur gjørt við nakað fakfelag

- At billa okkum inn at Bústaðir fer at loysa bústaðarneyðini í Føroyum, er utopiskt

- Eg ætli mær at taka málið upp við viðkomandi partar til tess at fáa hetta lýst til fulnar og at útvega vísindaligt grundarlag og tøl um hesi viðurskifti

- Í dag kom uppskotið hjá Fólkaflokkinum um øktan barnafrádrátt til aðru viðgerð. Uppskotið hevði við sær, at barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur hækkaði við 2.000 kr, og við 1.500 kr fyri tey í skúlaaldri

- Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur enn loypandi?

- Fyri tey, sum arbeiða við javnstøðu, er tað ein avbjóðing, at vit vita ov lítið. Tað er ikki nokk at gita ella at halda, at vit nokk eru sum onnur lond

- Um ikki lærarar, foreldur og allar góðar kreftir taka saman hendur, rópa varskó og bera boðini um, at hesturin er alt annað enn ”tómur” og vandaleysur, so farast virðini- sum Troja á sinni!

- Toskafiskisapurin í Barentshavinum er inni í eini tilgongd, har virðisøking er sett á dagsskrá, so virðið á toskinum í Barentshavinum veksur heilt greitt tá øll tey nýggju skipini koma

- tí hetta er í andsøgn við talgildisbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi sambært endamálsorðing fólkaskúlans

- Hetta er okkum vitandi fyrstu ferð, at landsstýrisfólk hevur verið á vitjan í hølunum hjá Málráðnum, síðan tað var sett á stovn 1. januar 2013, og hetta var við til at gera vitjanina serstaka

- Meiningin við hesum her er at siga hvat er fakta í hesum her, leggja nøkur ting fram, har øll eru meira enn vælkomin at kritisera og seta fram síni røttu tøl, so vit fáa eitt tjak sum er grundað á fakliga vitan

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023 til hoyringar

- so vit kunnu gera lógir, sum hóska til føroysk viðurskifti. Eitt land, har allir bankarnir eru lítlir í mun til tað, vit síggja í útheiminum

Klaksvíkar kommuna hevur nú almannakunngjørt uppmøtingina hjá býráðslimunum seinna hálvár 2022

- Vit kunnu staðfesta, at nakrir ávísir starvsbólkar innan vælferðarøkið eru afturúrsigldir á lønarøkinum

- Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi?

- Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?

Fyrrapartin í dag hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi

Skálagarður er fyrsti rehabiliteringsdepil í Føroyum. Á Skálagarði eru átta búpláss, fýra umlættingarpláss og trý pláss til fólk, sum eru í eini avkláringartilgongd

Ruth Vang hevur gjørt av at seta Gunnvá Guttesen sum varastjóra á Landssjúkrahúsinum

- Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági hækkað frá 8,4 samdøgursskamtum (DDD) til 31,9. Tað vil siga, at nýtslan er næstan fýrafaldað uppá 7 ár

Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett. Tað verður Bjørk Maria Kunoy, sum verður forkvinna og skal standa á odda fyri nevndini

- Tá fyritøkur ynskja at geva sjúkrahúsverkinum eina stórfingna gávu, ið fer at gera tað møguligt at gera skanningar í Føroyum, heldur enn í Danmark, so halda umboð fyri landsstýrið tað ikki vera í lagi

- Hvussu nógvir lærlingar fara í dag til Danmarkar, tá teir skulu undir skúlagongd?

- Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdar­politikk­in fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi?

Forsetin í USA, Joe Biden, stillar upp fyri demokratarnar til valið næsta ár, boðar hann frá í video

- Fiskiveiðiavtalur við onnur lond eru grundarlag undir okkara samfelag. Tí er tað skelkandi, tá man hoyrir danskar politikarar kalla okkara avtalur fyri líkamikið

- Eg angri ikki vitjanina í Moskva og heldur ikki sambandi við Euroasiatisku Uniónina, sigur Jenis av Rana, fyrrverandi uttanríkisráðharri, við DR

- Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið?

Gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, havgransking, betri umstøður til løgregluna, umvæling av sluppini Johannu, burturbeining av markaforðingum og framhald av Sjómaq verkætlanini eru millum góðu úrslitini

- Eg eri fullkomiliga líkaglaður um fiskiveiðuavtaluna, sigur konservativi leiðarin Søren Pape Poulsen í sambandi við russisku skipini í Føroyum, sum eru avdúkað fyri at njósnast

- Føroyar eru "fult út kapable til sjálvar at meta, hvat gongur fyri seg í okkara øki, " sigur uttanríkisráðharrin Høgni Hoydal, sambært DR

Skal mann ígjøgnum eina umfatandi prosess við eini grundlógarbroyting, um Føroyar ella Grønland skulu loysa?

Mikudagin og hósdagin var Søren Brostrøm, stjórin í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen), gestur hjá Heilsumálaráðnum

- Landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at hyggja nærri at hesum viðurskiftum, so at tær støður, tá ið næmingatalið fer upp um 24, verða lýstar væl, og góðar loysnir funnar

Bretski vara-forsetisráðharrin Dominic Raabs leggur frá sær eftir ákærur um happing

- Metir landsstýrismaðurin, at tey foreldur, ið siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp og vegleiðing, siga ósatt?

Tað eru bert smá 27% av føroyingum, sum halda, at eftirlitið við útlendskum fiskiskapi er gott, meðan næstan 47% siga, at eftirlitið ikki er nóg gott

- Seinastu tíðina hava vit hoyrt um nøkur foreldur at børnum við Down Syndromi, sum ikki kenna seg hoyrd. Tað harmar meg, og tí havi eg bjóðað avvarðandi pørtum í hesum málinum til ein fund

- Eru hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum kring landið? Hevur tøkan av seiði í samband við laksaaling nakra ávirkan á upsastovnin?

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður í Framsókn, sigur við KVF, at fíggjarlig orka verður ikki til annað, um tunnilin verður gjørdur nú

- Er fartelefonin ein avbjóðing fyri fólkaskúlan?

- Framhaldandi menning av fiskivinnuni hevur týdning bæði fyri vinnuna og samfelagið – eisini, tá hugsað verður um spurningin um virðisøking innan fiskivinnuna, sum landsstýrið hevur sett á breddan

- tá ið tú sært, at vit sita í Tinganesi og so sær ítøkilig skip uttanfyri, segði Høgni Hoydal, uttanríkismálaráðharri, í sendingini Breddin fyrrapartin

- Samgongan hevur lagt fíggjarkarmanar fram, har hon økir útreiðslurnar við 6,6%, samstundis sum inntøkurnar økjast við 2,2%. Tað er ikki haldført

- At stovnseta eitt føroyskt fíggjareftirlit og harvið yvirtaka málsøkið um fíggjarlóggávuna og eftirlitið við peningastovnunum í Føroyum er tó ikki uttan váðar. Neyðugt hevði verið við nógvum starvsfólkum