Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í kvøld klokkan 19 verður lokalur valfundur hildin í Eydnuni á Oyrarbakka. Valevnir úr økinum luttaka, og evnini verða eisini viðkomandi fyri økið. Høvi verður at seta valevnunum spurningar

- Eftir miðvísari ætlan skulu vit yvirtaka økir, har loftrúmið, flogferðslumynduleikin og íleggingargrunnurin liggja fremst fyri

Klokkan 20 í kvøld verður valfundur í Løkshøll í Runavík. Fundarstjóri verður Jan Lamhauge

- Lønir skulu eftir mínum tykki samráðast millum fakfelag og arbeiðsgevara

- Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tað er ikki rætt, sum valevnir hjá Fólkaflokkinum hava borið fram, at hansara flokkur ynskir at niðurleggja ein part av flotanum fyri at spara olju

- Finst politisk semja um at gera eina greiningar-og endurvenjingarmiðstøð í Føroyum, so hava vit bæði gjørt komandi brúkarum og landinum væl, tí tá hava vit skapt tað gylta millumliðið

- Eg virðismeti, at vit hava sjófólk, sum balist úti á havinum í ódn og í logn og leitar eftir fongi og førir hann til lands. Uttan hesi høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag

- Spurningurin er so, hvat vit skulu gera við kolanámið í Hvalba. Tað einasta rætta er at varðveita tað soleiðis, at okkara eftirkomarar eisini kunnu fáa gleði av at síggja, hvussu hetta arbeiðið fór fram

- Fer ein komandi samgonga at taka 300 milliónir meir frá alivinnuni, kemur hon at mangla minst 500 milliónir, sum í dag liggja eftir í landskassanum frá alivinnuni

- Vit hava í áratíggju gjørt stórar íløgur í flogvøll, flogfør, førleikar og lagt grundina undir flogvinnu í Føroyum. Nú er ikki at liggja á boðunum, men at halda fram og byggja upp á grundvøllin, sum longu er lagdur

- Fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum hava sagt, at Javnaðarflokkurin ætlar at niðurleggja partar av fiskiflotanum fyri at spara olju. Hetta er sjálvandi ikki rætt

- Til hetta valið lova fleiri flokkar at føra javnaðarpolitikk, og tað kann mann bara gleðast yvir

- Á ymisku ansingarstovnunum kring landið starvast hjálparfólk, ið virka undir truplum korum. Ein av trupuleikunum er setanarviðurskifti

Ein hotdog, ein Cocio og ein grannskoðari ganga inn í eina barr. Feskt slatur á borðinum hjá Michael

Røddir í Javnaðarflokkurin hótta við at niðurleggja Barentshavsflotan, fyrst og fremst fyri at spara olju. Hevur nakar vitað so skapt?

- Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri einari nútímans og altjóða kappingarførari føroyskari vinnu, sum fær frælsi og ábyrgd støðugt at menna seg til broytingarnar á marknaðinum

- Sambandsflokkurin og eg vilja arbeiða fyri at hækka barnafrádráttin

- Jóannes í Dali hevur gjørt eina skitsu, sum vísir at tað ber til at gera eina byrging frá Sandoynni til Skúgvoyar, og haðani ein tunnil til eystursíðuna av Stóru Dímun

- 45.000 kr fyri árið oman á pensjónina er ov lágt skattafrítt botnmark. Tað má hækkast til 80.000 kr áðrenn skattliga revsing, vil Fólkaflokkurin

- Eg haldi ikki, at tað er rætt at geva 150.000 í stuðli pr. el-bil, fyri at fínar og ríkar konur í Hoyvík skulu kalla seg grønar við 50-100% framleiddum el- við tungolju

- Um vit hugsa um hesa heildina, so er tað ógvuliga náttúrligt, at vit við okkara royndum, vitan og nú eisini skúla, eisini fáa føroyska loftrúmið á egnar hendur

- Tað er bara Miðflokkurin sum torur at melda greitt út, hvar vit standa í etiskum málum. Við okkum noyðist tú ongantíð at ivast – tú veitst hvønn politikk tú fært

- Tað er hjartamál hjá Sambandsflokkinum at verja ta føroysku mentanina, serliga í hesum døgum, tá ávirkanin uttanífrá er so stór

- Tað rætta hevði sjálvandi verið, at listafólk sluppu undan mvg og sjálvuppgávum, soleiðis sum eitt nú Írland hevur roynt við góðum úrslitum

- Tað er umráðandi fyri okkum at taka væl ímóti teimum, sum velja at búgva í landi okkara

- Vit fara at hækka mótrokningarmarkið, so pensjonistar gleðiliga kunnu taka eitt tørn fyri samfelagið uttan at vera revsaði í pensjónini

- Vit skulu varðveita okkara elskipan sum hon er. Á hendan hátt kunnu vit koma at náa málinum um 100% grøna orku í 2030, og skulu vit tískil sláa manngarð um SEV

- Føroyar hava tørv á at bæði vinnan og familjan hava tað gott, tí so fáa vit eitt enn betri samfelag, búskap og vælferð.

FNU og Veðurlagslóg Nú! hava spurt øll, ið stilla upp til løgtingsvalið, 16 spurningar, sum snúgva seg um umhvørvið, veðurlagsátøk og náttúruvernd

- Handverkarar, sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar, laburantar, lærarar, skrivstovufólk og onnur meðallønt skulu í mesta lagi rinda 30% í skatt

- Skulu  vit skammast av at hava heimsins størsta útlát pr. íbúgva?

- Nærum øll í vinnuførum aldri arbeiða hvønn dag úti, meðan børnini eru á dagstovni og eldri annaðhvørt eru heima, har tey fáa heimarøkt, ella búgva á eldrabústøðum ella røktarheimum

- Prísvøksturin farna árið hevur serliga rakt barnafamiljurnar og ikki minst tey, sum nýliga hava sett føtur undir egið borð hart. Og vit skulu vænta, at vit fíggjarliga ganga verri tíðum ímóti

- Sjálvstýrisflokkurin er ein sosial-liberalur flokkur, sum vil, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so at vit øll kunnu liva væl í fosturlandinum

- Í gjár steig eg á gátt hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Per Martini Gregersen, ið sum bara 31 ára gamal tók við sessinum 1. januar í 2021

- Talan er um ein heilsu- og røktarfrádrátt, ið gevur starvsfólkum kr. 10.000 meira um árið at liva fyri

- Boðskapurin frá valevnum hjá Javnaðarflokkinum er ikki at taka feil av

- Teir vinstravendu flokkarnir lova tvey vinnulig átøk: (1) at sleppa veiðirættindum okkara í Barentshavinum og (2) at brandskatta tilfeingisvinnuna

- Fiskavirkisskipanin var ein kærkomin skipan, tá hon kom. Í dag er skipanin ikki nøktandi

- Vit skulu menna Suðuroyar Sjúkrahús og hava serdeildir, sum bjóða sjúklingum suður

– Læra børnini at hugsa, men ikki, hvat tey skulu hugsa

- Ítróttin skal styrkjast fíggjarliga, av tí, at ítróttur gevur ungum og vaksnum lívsgóðsku og upplivingar fyri lívið

Leygardagin 3. desember 2022 kl. 16,00 verður bjóða til hugnaliga samveru í Val Kafeini hjá Sjálvstýri í Hæddini í Saltangará

- Fyrst er at gleðast um, at vit í hesum samgonguskeiðinum hava longt barsilstíðina til 52 vikur - tað er sera gott fyri familjuna

- Vit eru nú post-korona. Ikki tí at korona-virus eru farin nakran veg, men politikkurin og miðlingin eru broytt. Nógv broyttist í koronatíðini, sum vit áður ikki kundu ímynda okkum!

- Verði eg vald á løgting, er eitt hjartamál til at uppstiga Setrið, so tað fær altjóða viðurkenning javnbjóðis útlendskum universitetum

Í góðar tveir tímar í gjár var fólkaskúlin á breddanum á áhugaverdum valfundi, sum Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildini og Heim & Skúli skipaðu fyri

- Skulu vit stremba eftir bestu korum fyri barnafamiljur, so mugu vit byrja við byrjanini. Vit mugu fyri tað fyrsta hava eina nýmótans barsilsskipan, har vit umframt barsilsfarloyvi eisini hava umsorganardagar

- Hvat er tað? Í mínari verð kann onki eita so. Stutt og greitt. Ongin kann hava loyvið til at takað eitt fostur

Stoppurið hjá Michael er eitt heilt serligt stoppur. Tú átti at útvega tær eitt....