Aksel V. Johannesen hevur útskrivað val til 26. mars 2026. Valstríðið fór longu í gongd í Dag og Viku í kvøld, og higartil hevur politiska kjakið næstan bert snúð seg um fosturtøku og ófødd børn. Tað er eitt týdningarmikið kjak, men tað reisir eisini ein annan, týdningarmiklan spurning:
Hvat gera politisku flokkarnir fyri børnini, sum longu eru fødd – og sum í dag missa pápar sínar í eini skipan, ið ikki virkar?
Seinastu fýra árini havi eg stríðst fyri rættinum hjá mínari lítlu dóttur at hava ein virknan pápa í lívinum. Tað hevur kostað mær umleið 150.000 krónur í advokatum og óteljandi tímar í eini skipan, sum alt ov ofta arbeiðir ímóti – ikki fyri – barninum. Hetta er ikki eindømi, tí fleiri pápar í Føroyum noyðast at keypa sær rætt til egið barn.
Í Føroyum ber til at tosa hart um rættin til lív áðrenn føðing – samstundis sum vit tiga um rættin hjá barninum til bæði foreldur eftir føðing. Hví er tað lættari at verja prinsipp enn verulig børn?
Politisku flokkar mugu nú svara greitt:
· Vilja tit tryggja í lóg, at barnið sum greið meginregla hevur rætt til bæði foreldur?
· Vilja tit broyta eina skipan, sum leggur familjur í fíggjarligt og sálarligt stríð?
· Vilja tit seta barnið veruliga fyrst – eisini eftir føðing?
Hetta snýr seg ikki um pápar móti mammum. Hetta snýr seg um børn, sum hava rætt til bæði foreldur sín. Og tað snýr seg um politiskt dirvi at síggja tey børnini, sum longu eru her.
Politikarar tosa nógv um at verja børn. Nú er spurningurin, um tað eisini galdandi fyri tey, sum missa pápar sínar í skipanini.
Kærleiki gevst ikki. Ein pápi gevst ikki. Men ein skipan, sum ikki broytist, svíkur.
Hvat ætla tit at gera fyri hesi børnini?
Hvar skal krossurin setast tann 26. mars 2026.
Vinarliga
Hugin Skaalum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



