BirkBloggur: Leygardagin helt danski høvundurin og journalisturin, Samuel Rachlin, talu á Torradøgum í Klaksvík. Hann er 79 ára gamal og hevur upplivað meir enn tey flestu. Bara navnagávan, foreldrini itu Israel og Rachel, avdúkar jødiska sambandið, og so at verða tikin úr Ukraina og flutt móti teirra vilja til Sibiria, og sum tíggju ára gamal enda í Danmark, er ein bakgrund, vit sjálvdan raka við á einum almennum tiltaki, sum ikki hevur missionerandi endamál at stuðla upp undir og verða hjáputur hjá troyttum livibreyðspolitikarum herheima, ella fyri tann saks skuld í øðrum londum og parlamentum, uttan at nevna nakran við navni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



