USA er fallið sjey pláss síðani 2022. Hetta setur landið á 64. pláss millum miðamerikanska landið Panama og afrikanska landið Botswana, sambært Reporters Without Borders.
Undir forsetatíðini hjá Donald Trump hevur verið vaksandi trýst á miðlarnar frá Trump-stjórnini, sum hevur flokkað fleiri stórar amerikanskar miðlar sum "fake news".
Stórir miðlar sum CBS News og ABC News hava boygt seg fyri hóttanum frá Trump og goldið milliónir av dollarum til framtíðar bókasavnið hjá forsetanum fyri at sleppa undan rættarmálum.
Eisini úti í samfelagnum er trygdin hjá journalistum undir trýsti, har fleiri mál eru um, at journalistar verða álopnir av mótmælisfólkum og handtiknir av løgregluni. Sambært US Freedom tracker vóru fleiri enn 170 álop á journalistar í 2025 - næstan tvífalt so nógv sum árið fyri, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



