Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller
Innlendis ítróttur

Róðrarsamband Føroya: Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.

Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við stevnurnar kring landið.  

Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá Trygd.

«Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul. Samstarvið er við til at styrkja føroyskan kappróður – við Trygd fáa vit betri møguleikar at menna íðkarar og ítróttin sum heild umframt at skapa góðar og tryggar upplivingar bæði til venjingar og kappingar», sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.

«Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein so týdningarmikil partur av okkara mentan og samleika. Umframt fíggjarligan stuðul gevur henda samstarvsavtalan góða meining fyri báðar partar, tí vit umframt fíggjarliga stuðulin kunnu vera við til at styrkja trygdina á sjónum» sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Samstarvsavtalan merkir samstundis eisini, at báturin við flest stigum, fer at bera búmerkið hjá Trygd. Norðoyastevnan er tann fyrsta í røðini og er 29.-31. mai.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #