Skúlablaðið: Næmingar í Vágs skúla tóku seg nógv fram í kanningunum. Í miðal tóku tey seg umleið 30 % fram í úthaldni. Tað er annars vanligt í tílíkum skúlaátøkum, at ongar ella bara smáar broytingar síggjast.
Í heysthálvuni í 2023 varð ein verkætlan roynd í Vágs skúla. Allir næmingar fingu tríggjar eyka rørsluløtur um vikuna aftrat ítróttartímanum í 10 vikur. Løturnar vóru 40 minuttir hvør og skipaðar eftir FIT FIRST-leisti, sum er ein skúlalagaður undirvísingarleistur við stuttligum og rørslukveikjandi spølum við íblástri úr ymiskum ítróttargreinum ætlaður at røkka høgum rørsluvirkni. Fyri at eftirmeta úrtøkurnar varð samanborið við Tvøroyrar skúla, sum hevði vanliga skúlagongd í sama tíðarskeiði.
Kropsligu úrslitini vóru greið. Næmingar í Vágs skúla tóku seg nógv fram í kanningunum. Tvørtur um aldur og kyn øktist vøddamongdin, samstundis sum fiti minkaði, og næmingarnir gjørdust kvikari og orkaðu betur at renna. Í miðal tóku tey seg umleið 30 % fram í úthaldni. Tað er annars vanligt í tílíkum skúlaátøkum, at ongar ella bara smáar broytingar síggjast. Tá spurt varð um lívsgóðsku, svaraðu næmingarnir eisini, at tey kendu seg betur fyri kropsliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



