FSF: Strategiarbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við feløg og aðrar áhugapartar í føroyskum fótbólti. Gjøgnum verkstovur, kjak og kanningar eru nógv sjónarmið hoyrd, so strategiin endurspeglar dagsins veruleika og framtíðar mál fyri føroyskan fótbólt.
– Kjarnin í strategiini er einfaldur og greiður: Saman framá. Hetta er meira enn eitt slagorð. Tað er ein arbeiðsháttur og ein staðfesting av, at føroyskur fótbóltur verður best mentur, tá ið vit arbeiða saman – feløg, spælarar, venjarar, dómarar, sjálvboðin, stuðlar og FSF, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Visjónin í Saman Framá er at kveikja eina sterka fótbóltstjóð – har samanhald er grundvøllurin, dygd er eyðkennið og málini ikki hava mørk.
Strategiin byggir á fimm strategiskar súlur: Betri úrvalsavrik, Luttøka í heimsflokki, Kvinnur í fótbólti, Sterkur og sameindur felagsskapur og Vit siga okkara søgu. Saman skulu tær tryggja eina burðardygga menning av føroyskum fótbólti – frá breidd til úrval og í tøttum samstarvi millum FSF og feløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



