Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Mentan

Vestaravág í Havn um 1784. Tvey bretsk deksfør liggja fyri teymi, og triðja kastar akker. Tey eru komin eftir marglætisvørum at flyta tollfríar til Stóra Bretlands. Úti á Rundingi hava vágsbotnsmenn lagt ríðingarbreyt at ríða á í fríløtum. Mynd: Det kongelige Bibliotek.

Tjúguáraskeiðið 1768-1788 var rættiliga lívligt í Havn. Í Vágsbotni hevði danski stórkeypmaðurin, Niels Ryberg, umskipingarhandil, har ið bæði útlendingar og føroyingar arbeiddu, og á Havnini lógu upp í 12-14 skip og bíðaðu eftir tørni at skipa upp ella ferma.

Endamálið við virkseminum í Vágsbotni var at smugla vørur, m.a. úr donsku hjálondunum í Eystur- og Vesturindia, umvegis Føroyar til Stóra Bretlands.

Úr Írlandi, Skotlandi og fleiri smærri bretskum oyggjum komu smá, ofta væl útgjørd smuglaraskip til Føroya eftir vørum at flyta inn í landið uttan um bretskt tollvald. Hetta vóru marglætisvørur sum romm, gin, konjakk, genever, tubbak, te og postalín.

Stórar rembingar vóru úti í heimi hetta tíðarskeiðið. Bretsku hjálondini í Amerika gjørdu uppreistur og skipaðu sambandsríkið USA. Tað stríðið vardi frá 1755 til 1783.

Eisini í Evropa var uppreistur, og í 1789 var franska kollveltingin. Mannarættindayvirlýsingin varð lýst, og herróp um frælsi, javnað og brøðralag vóru at hoyra.

Bardagar ímillum Bretlands og Fraklands alla 18. øld gav uttanveltaðum londum sum Danmark og Hollandi góðar handilsmøguleikar. Keypmenn vunnu nógv ríkidøm, og Niels Ryberg var ein teirra, sum vann serliga nógvan pening.

Bretar fíggjaðu kríggini við m.a. at hækka ávís innflutningsgjøld rættiliga nógv. Hetta hevði við sær, at smuglarar sóu sær møguleikar. Handilin í Vágsbotni hevði stutt sagt ófrið og óreglulið millumlanda viðurskifti sum tilverugrundarlag.

Tá ið Bretland í 1783 gavst at stríðast í Amerika, varð grundin undir smuglingini burtur. Eykatollurin á innflutningsvørum datt burtur, og hóast onnur eina tíð hildu fram í Vágsbotni, eftir at Ryberg var farin, so vóru fortreytirnar fyri hesum slagi av fyritøkum burtur.

Brátt var alt aftur við tað gamla, og bara minnini um eina virkna tíð í Havn vóru eftir. Heimur føroyinga minkaði aftur til tað, hann áður hevði verið, og kongaligi handilin røkti nú aftur alt regluligt samband úteftir.

Óli Olsen skrivar stutt um siðsøgu á VP leygardagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #