Skúlablaðið: - Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd.
- Eg fari at hyggja nærri at tilmælinum at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður.
Soleiðis segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



