Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Bøkur

Í morgin geva norsku stórtingslimirnir Mímir Kristjánsson, sum er av íslendskari ætt, og Sofie Marhaug út bókina Sosialistenes guide til Bibelen.

Tey eru par og umboða flokkin Rødt, sum er ein sosialistiskur og kommunistiskur flokkur, stovnaður í 2007.

Hann hevur skrivað eina røð av bókum og er fyrrverandi journalistur á Klassekampen.

Av forvitni hava tey sett sær fyri at lesa heimsins kendastu bók, Bíbliuna, sum meir enn nøkur onnur bók hevur myndað okkara mentan.

Bíbliulesturin førdi reyða politikaraparið inn í evni, tey hildu seg kenna, men har var nógv óvæntað, siga tey dagin fyri útgávuna.

Tey eru kløkk av, hvussu harðliga Bíblian revsar ójavna og fátækradømi.

Tey vórðu eisini gripin av kraftini, sum er í boðskapinum um náði og kærleika.

Í Sosialistenes guide til Bibelen geva tey lesaranum innlit í radikala boðskapin um solidaritet, javnrætt og markleysa fyrigeving.

Tey geva persónlig boð uppá trúgv og iva – og argumentera fyri at kristnu virðini eiga at fáa størri rúmd í samfelagnum.

Forlagið er norska Manifest.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #