Tórshavnar kommuna hevur leingi samskift við landsstýrið og Heilsuskúlan um fleksibla útbúgving av starvsfólkum innan eldraøki.
Hetta tí at okkum tørvar ein leist, har starvsfólk, sum longu eru á eldraøkinum, kunnu førleikamenna seg og útbúgva seg sum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, meðan tey partvíst eru í starvi.
Nú hevur útbúgvingarráðið góðkent merittútbúgving til heilsuhjálparar og eina fleksibla útbúgving til heilsurøktarar, og líkt er tí til at vit fáa ein kærkomnan styrk til eldraøkið!
Bara í Tórshavnar kommunu hava vit tørv á 150 heilsurøktarum, samstundis sum vit hava tørv á fleiri heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum.
Somuleiðis eru fleiri starvsfólk, sum hava verið leingi á eldraøkinum og kundu fingið stóran ágóða av merittútbúgvingini til heilsuhjálpara.
Í fíggjarætlanini fyri 2026 hevur Tórshavnar kommuna sett fígging av til útbúgving av heilsustarvsfólk, og vit eru tí klár at taka av nýggju møguleikunum.
Elsa Berg
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



