Góðu áhoyrarar! Góðu arbeiðarar!
Fyrst av øllum. Takk fyri høvið at fáa orðið, nú vit hava 1. maidagshald mitt í hjartanum í Havnini.
Altjóða arbeiðaradagurin hevur nú verið hildin her í høvuðsstaðnum uttan slit líka síðani 1962.
Havnar Arbeiðsmannafelag fær frá mær eina tøkk fyri sítt áhaldandi arbeiði og góða samstarv.
Eisini aðrastaðni her á landi og um ta víðu verð verður altjóða arbeiðaradagurin hildin í dag.
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit eiga rættin at hugsa, tala og skriva, men tað frælsi hava vit.
Onkursvegna eru vit í eini “millumkrígstíð”, tí eitt landsstýri hevur lagt frá sær og eitt nýtt tikið við.
Enn vita vit ikki ordiliga, hvat tað merkir fyri land og fólk, men vit mugu sjálvandi vóna tað besta.
Samgonguskjalið tosar millum annað um trípartasamstarv, sum eisini hevur verið frammi fyrr.
Sagt verður, at samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar skal styrkjast.
Samgongan sigur seg millum annað vera opna fyri samráðingum við fakfeløg um stytta arbeiðsviku.
Tað er ein loysn, fakfeløgini neyvan trúgva uppá, tí verður tað ikki gjørt við lóg, hendir tað ikki.
Eg spyrji bara: Hvat er problemið?
Effektiviteturin verður nógv størri við styttri arbeiðsviku og meira frítíð, vísa allar kanningar.
Kroppur og sinni treingja til hvíld, óansæð hvat tú gert, so her er nógv at vinna í síðsta enda.
Undanfarna landsstýri gjørdi fyrr í ár avtalu við 12 fakfeløg um ein lønarkarm, sum var í prosentum.
Hetta gongur beint ímóti málinum um, at gjógvin millum há- og láglønt skal minkast.
Skal ein lønarkarmur muna hjá teimum lágløntu, sum eru arbeiðararnir, má hann vera í krónum.
Við at gera ein lønarkarm í prosentum, økist munurin bara millum tey, ið forvinna nógv og so hini.
Endamálið skal eitast at vera, at vit skulu røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.
Men tað er sum sláa í eina dýnu, tí hesin vøksturin fer als ikki at síggjast hjá eitt nú arbeiðarunum.
Gylti møguleikin um eina breiða semju, so prosentini skuldu víkja fyri krónunum, varð ikki brúktur.
Á fleiri økjum gongur sjón fyri søgn, at munurin millum lág- og hálønt heldur veksur enn minkar.
Tak bara allar byggigølurnar, ið hava verið í mong ár, so sum H-bygningurin, Glasir og fleiri aftrat.
Vit økja játtanirnar til hesi byggimál við milliardaupphæddum, uttan at nakað fær fylgjur.
So skjótt sum ein trupulleiki er bastur, kemur ein nýggur undan kavi, og gølurnar eru endaleysar.
Tað løgnasta er, at øll henda vanstýringin ikki fær nakrar avleiðingar nakrastaðni.
Einki høvd er rullað og eingin er ábyrgdaður fyri byggigølurnar, ið ótarnaðar sleppa at rulla.
Skuldi tað óvæntaða hent, at navn varð sett á, hvør hevur ábyrgdina, hevði tað kostað.
Nei, ikki fyri viðkomandi, men fyri tað almenna, tí slíkir stjórar og leiðarar eru altíð tryggjaðir.
Ferð eftir ferð fáa almennir stjórar og leiðarar langa uppsagnartíð og ein stóran pengaposa.
Tey rópa tað fráfaringaravtalur, og sum oftast verður dult sum mansmorð, hvat stendur í teimum.
Hetta má enda, tí tey, sum fyri himmalhøga løn gera brølarar, skulu ikki eisini lønast fyri tað.
Nær hava vit hoyrt nakað um, at ein vanligur arbeiðari ella verkafólk fær eina fráfaringaravtalu?
Nú vit tosa um milliardir, er tað hugstoytt at síggja, hvussu stórkapitalurin ber seg at.
Hvør er tað, sum skapar virðini í okkara størstu fyritøkum, um tað ikki eru tey lágløntu?
Løgið, at størstu fyritøkurnar ikki hava ráð til at geva starvsfólkum sínum fastlønaravtalur.
Men so leingi sum fiskavirkisskipanin koyrir sum nú, hendir neyvan nakað við tí.
Henda skipan er jú ein størri trygd fyri fyritøkurnar, enn hon er fyri arbeiðsfólkið.
Og hvussu er vorðið við trygdini í breiðastu merking, tá ið vit tosa um verkafólk?
Tað eru mong, sum hvønn dag stríðast í tungum arbeiði, ið gongur út yvir kropp og førleika.
Hvussu ofta og nógv skulu tey ikki lyfta, sum arbeiða á ellisheimum, stovnum og aðrastaðni?
Hvussu tungt er ikki arbeiðið hjá lossingarmonnum og øðrum, ið slíta seg sjálvan upp?
Og so tey, sum arbeiða kvøld og nætur, og taka upp eftir teimum, ið tá langt síðani eru farin til hús?
Hetta eru øll tey, hvørs arbeiðsinnsats vit sum samfelag slett ikki kunnu vera fyriuttan.
Hesi áttu vit at hugsað um, heldur enn at tosa um at hægri pensjónsaldur, sum onga meining gevur.
Tey eru ikki so fá í okkara landi, sum í staðin skuldu fingið ein sjálvsagdan lægri pensjónsaldur.
Hetta eru tey, sum bæði á sjógvi og landi hava ofrað sína heilsu og sín førleika fyri sítt arbeiði.
Hesi áttu sjálvandi at fingið pensjón væl áðrenn øll hini, tí alt annað er ikki virðiligt.
At fólk eru niðurslitin og liðug í lutfalsliga góðum árum, kunnu vit sum samfelag ikki yvirsíggja.
Nei, tað er ikki “maðurin á gólvinum”, sum er fremst í huganum í okkara samfelag, tíverri.
Lønin fylgir slett ikki við í gerandisdegnum hjá verkafólkinum, og tað bara økir um gjónna.
Hesin munurin á fólki er tað, sum hevur skinið ígjøgnum alt tað sokallaða “grøna” orkuskiftið:
Tey, ið longu hava ráð til el-bil, jarðhita og alla møguliga grøna umlegging, fáa allan ágóðan.
Ja, enntá hevur stóripottur rindað fyri, at hesi hava fingið meirvirðisgjaldið afturgoldið.
Og stóripottur, tað eru øll hini, ið rindað meirvirðisgjaldið fyri tey, sum áttu at klárað tað sjálvi.
Vit hoyra og síggja nú at landsstýrið lækka prísirnar á bensini og diesel næstu tríggjar mánaðirnar.
Men hví ikki gera tað ordiliga, tá ið farið verður í gongd við at lætta um?
Húsarhaldsoljan er framvegis líka dýr, sum hon hevur verið, so hon átti eisini at verið við.
Bíligari húsarhaldsolja hevði munað væl hjá verkafólki, barnafamiljum og ikki minst okkara eldru.
Undanfarna landsstýrið tók meirvirðisgjaldið av nøkrum vørum, og tað munaði væl hjá mongum.
At bæði epli, grønmeti og blævur nú eru bíligari, lættir um hjá serliga sperdu barnafamiljunum.
Hetta er ein gongd leið og vísir, at landsmyndugleikarnir hava amboðini til fleiri slík átøk aftrat. Lat okkum nú síggja tey og komi við ítøkiligum uppskotum um lætta hjá teimum í hava brúk fyri hesum.
Eg haldi, at vit eiga ikki at vera so bangin og afturhaldandi, men heldur at gera meira við hetta.
Alt er blivið so nógv dýrari, at alneyðugt er at lætta um hjá teimum, ið veruliga hava brúk fyri tí.
Fyri tveimum árum síðani fóru tey flestu arbeiðarafeløgini í verkfall.
Fleiri kommunur vóru ímóti verkfallinum og til reiðar at taka verkfalsrættin frá arbeiðarunum.
Sum borgarstjóri og næstformaður í Kommunufelagnum, var eg undir øgiliga stórum trýsti.
Hetta, tí Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fleiri kommunur vildu lýsa verkbann.
Tær vildu vera við, at hetta var eitt óheimilað stríðsstig, men hesum var tók eg als ikki undir við.
Eg smekkaði nevan í borðið og segði, at um so bleiv, so tók Tórshavnar kommuna seg úr Kommunufelagnum sama dagin.
Tá bakkaðu kommunurnar og tað endaði við, at ein nýggjur sáttmáli varð gjørdur.
Tíverri kundu arbeiðsgevararnir og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki liva við hesum.
Endin varð tí, at tey valdu at fara í gerðarrættin við málinum, so tey har skuldu fáa sín rætt.
Sjálvur varð eg innkallaður sum vitni og kundi har siga, at eg ikki sá nakað skeivt við verkfallinum.
Tá avtornaði, fekk arbeiðsgevarasíðan einki burturúr, og sáttmálin varð sjálvandi standandi.
Eg vil fegin undirstrika, at hendi tað sama einaferð aftrat, hevði eg gjørt akkurát tað sama sum tá.
Forrestin gekk sjón fyri søgn undir tí verkfallinum, hvussu týdningarmiklir arbeiðararnir eru.
Ruskið hópaði seg upp, reinhaldið helt uppat, matvørur gingu undan og samfelagið steðgaði upp.
Verkfallið, sum var fyrimyndarligt væl skipað, vardi í næstan fimm vikur, og øll merktu tað so ella so, men positivt.
Hugsið tykkum so til, hvat hevði hent, um tey við teimum høgu lønunum fóru í verkfall:
Tað høvdu bara verið nøkur fá – um nakar – sum høvdu lagt merki til nakað sum helst.
Nei, vit vita øll, hvør tað er, sum er í verkfalli, tá alt steðgar upp og landið liggur lamið!
Verkfalsrætturin er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja, men nakað, ið tit fyrst stríddust fyri at fáa.
Síðani hevur tað verið eitt stríð at varðveitt hann, og støðugt verður roynt at forkoma honum.
Enntá verður javnan frá politiskari síðu og arbeiðsgevarasíðu tosað um at gera undantøk við lóg.
Men nær hava fakfeløgini ikki víst ábyrgd og tikið menniskjanslig atlit undir einum verkfalli?
Og hví lóggeva um nakað, sum ikki hevur verið, ikki er og ikki verður ein trupulleiki?
Einasti møguleikin hjá verkafólkinum er at leggja arbeiðið niður, tá ið tað verður ovboðið.
Og tann rættin hevur eingin rætt til at gera seg inná og enn minni, at taka burtur.
Skulu vit hava eitt gott samfelag, mugu øll fáa ágóðan í samfelagnum, og ikki bara tey fáu.
Fyrst og fremst liggur ábyrgdin á okkara politikarum, tí teir eru valdir til at skapa karmarnar.
Sjálvur havi eg verið politikari á øllum mótum og kann spyrja, um eg havi gjørt tað nóg gott?
Tað vóni eg eisini, at aðrir politikarar spyrja seg sjálvar, tí so góð eru úrslitini heldur ikki.
Áttu politikararnir ikki at fylgt við, hvat rørir seg í tí vanliga fólkinum, so teir kundu hjálpt til?
Ella verða teir ruraðir í sín djúpa svøvn á Føroya einsta arbeiðsplássi, sum er uttan møtiskyldu?
Vanliga er tað fjórða hvørt ár, at vit velja kvinnur og menn at umboða okkum í løgtinginum.
Men tað ber ikki til at umsita virðini og valdið hjá fólkinum, uttan eisini at lurta eftir fólkinum.
Og at lurta eftir fólkinum er ikki bara at samla atkvøður inn fjórðahvørt ár.
Til dømis er eitt 1. maidagshald sum hetta eisini eitt slag av “fólksins rødd”, ið lurtast má eftir.
Um tú sum politikari ikki hevur fingurin á pulsinum, ert tú skjótt bara eitt hent amboð hjá øðrum.
Tá er tað stórkapitalurin, arbeiðsgevararnir, milliardingarnir og onnur, sum í veruleikanum ráða.
Kim Larsen var so ótrúliga beinrakin, tá hann í síni tíð segði, hvat ein stjórn eigur at vera:
“Eg skilji ikki, hvat ein stjórn skal vera til, um tað ikki er fyri at hjálpa teimum veiku.”
Og so legði hann aftrat: “Hini skulu nokk klára seg.”
Takk fyri at tit lýddu á!
Góðan arbeiðaradag!
Heðin Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



