40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Teitur Lassen tulkaði í kvøld í sendingini Toppen af poppen sangin "For altid" hjá Medinu. Og hon gjørdist rørd undir serligu tulkingini hjá føroyinginum Teitur

Fyriskipararnir av evropeisku finaluni í Melodi Grand Prix hava givið Íslandi bót fyri at vísa palestinska flaggið undir finaluni í Tel Aviv í Ísrael

- Eg havi, millum annað, fylgt Lailu av Reyni á hennara tónleikaleið, so fyri mítt viðkomandi er hon bara vaksin við uppgávuni, og hetta síðsta staklagið ber prógv um tað sama

- Tað er mangan ein fragd at seta seg at lurta eftir nýggjum tónleiki og talentum, tí er tað ikki alt hetta við tí, sum fær okkum at føla okkum undirhildin?

Talan er um eina inniligan popp sang í gospel sjangruni. Eins og við lagnum “Lord You Carry Me On”, so er tað Lisa sjálv, ið hevur skrivað bæði orð og lag

Jórunn Gudmundsen hevur júst útgivið nýggja videolagið High

Føroyski rapparin Marius DC gevur í dag 25. august út sítt næsta staklag, ið hóskandi eitur 25/8

Amerikanski rappsangarin Eminem sigur frá, at hann hevur sent svensku tónleikastroymingartænastuni Spotify eitt milliardakrav fyri ólógliga at hava deilt tónleik, sum hann eigur

Í gjár var nýggi musikkskúlin við Landavegin tikin í nýtslu

Umboðsmaðurin hjá Teiti, Christian Ulf-Hansen, boðar í dag frá, at klokkan sjey sunnukvøldið okkara tíð og seks vikur fram verður Teitur við í TV2-sendingini Toppen af Poppen

Heimskendi operasangarin Placido Domingo verður skuldsettur fyri í áratíggir at hava framt sexónáðir móti kvinnum. Tað skrivar tíðindastovan AP

Aftan á fleiri ár í dvala verður nú aftur nýtt at hoyra frá einum av høvuðsmonnunum í tónleikabólkinum Deja vu. Undir navninum Flowin gevur Flóvin Viderø út nýggja staklagið “When I Was A Kid”

Í kvøld er síðsta kvøld á Summarfestivalinum í Klaksvík, men hóast nakað kaldari, enn tað var í gjárkvøldið, so fara tónleikurin og hitapumpurnar at fjálga

Hitapumpur gera, at stóra tjaldið á Summar Festivalinum er heitari, og inniluftin er blivin betri

Summar Festivalurin bjóðar í dag 16 konsertir á trimum pallum

 

Í dag hevur verið av fagrasta veðri á Summarfestivalinum í Klaksvík

– Tit fáa eina feita konsert frá okkum, sigur Rasmus Seebach, sum spælir á Summar Festivalinum í kvøld. Her kanst tú síggja video-samrøðu við Seebach

Klokkan 22 fór enski bólkurin Killer Queen á pallin og hevði stórfingna fagnaðarkonsert við sangum hjá Queen

Kendi poppsangarin hevur verið á útferð í Føroyum í dag

Summar Festivalurin spílar seg út við størri palli enn nakrantíð

Summar Festivalurin byrjar av álvara í dag

Seinnapartin hósdagin, í dag, fer karnivalgonga ígjøgnum Klaksvík

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Tríggir pallar eru á sjálvum festivaløkinum – stóri pallur á Vágsbø, Tjaldið og Torgið

Aftur í ár verður hitað upp til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Flótandi pallurin verður innarliga á vágni, og umborð vera tónleikarar og sangarar

Leygarkvøldið hevur Chris Norman sína fyrstu konsert í Føroyum – og hann gleðir seg

Soleiðis spæla útlendsku høvuðsnøvnini á Summar Festivalinum

Svein í Prestgarði, er í hesum døgum í USA og tekur upp sína triðju fløgu

Summar Festivalurin og Sona hava gjørt samstarvsavtalu um, at Sona verður appin, har ið Summar Festival-gestir kunnu fylgja beinleiðis við, hvat hendir á festivalinum

- Fyri meg er Gud undranarverdur. Tað er hetta, ið eg fegin vil vísa á, gjøgnum sangirnar á nýggju útgávuni, sigur Malin Zachariassen

Nevningating í Los Angeles hevur staðfest at sangurin «Dark Horse» hjá Katy Perry minnir dekan og nógv um ein heldur ókendan, kristnan rapsang

Bulgarska sangarinnan Smilyana Zaharieva hevur eina av sterkastu røddunum í heiminum - og tað váttar metbókin hjá Guinness

Orgulkonsert í Havnar kirkju 27. juli kl. 18.00 - við Agnieszka Kosmecka úr Póllandi

Ungi og evnaríki tónleikarin hevur verið í upptøkuhølunum og hevur nú latið nýtt staklag frá sær

Videoin til sangin Bohemian Rhapsody hevur havt eina milliard vísingar á Youtube

Her eru nakrar myndir frá Tórsfest 2019 sum byrjaði í gjár seinnapartin klokkan 16 og endar klokkan 03

Ester Kristiansen gevur í hesum døgum út nýggjan sang við heitinum Fívil. Sangurin er ein glaður summarsangur, men lurtar tú nærri, varnast tú, at tað er ein álvarsligur boðskapur fjaldur handan orðini

Paul McCartney er farin undir sína fyrstu musikal og byggir hon á klassiska filmin “It’s a Wonderful Life”

G! er við at vera yvirstaðið, men hóast regn og vind eru fleiri, ið hava tjaldað frá mikudegnum av

Bubu, hip hop, barnayoga, barnaprixvinnari og spæl á sandinum. Hvat meira kann mann ynskja sær ein leygardag?

Er festivalurin veruliga byrjaður, fyrr enn Grundin opnar? Tað var í gjárkvøldið spikafeitasti náttklubburin fór av bakkastokki. Klokkan 23:30 lat Phat Phil Cooper dyrnar upp

Fyrsti dagur á G! er av og her eru nakrar myndir sum Kai Arzdorf hevur tikið

Tað var eitt stúðstappað spælipláss, tá unga Jasmin spældi. Hon fylti økið við góðum hýri, meðan hon spældi síni bæði kendu og ókendu løg

Einki einstakt tiltak í Føroyum skapar so nógva umrøðu uttanlands sum G! festivalurin. Serliga Gøta, men eisini restin av landinum verður sett á heimskortið

Í ár opnar sandurin sum nakað heilt serstakt - ein konsert har okkara kærastu tónleikarar fara at heiðra hvørjum øðrum. Konsertin er byrjanin til 18. G! festivalin

Um 5 dagar byrjar ársins G! festivalur og endaliga skráin er nú klár. Á skránni eru 70 ymisk tiltøk og konsertir

Nú er skráin fyri teir tríggjar høvuðspallarnar á Summar Festivalinum kunngjørd

Stóra tónleikatiltakið Voxbotn byrjar klokkan 15 í dag og verða fleiri áhugarverd nøvn at hoyra

Føroyskt Hip Hop hevur í dag fingið eina feska innspræning, tí Marius DC hevur givið sítt fyrsta staklag út

Í dag hevur bólkurin BEINIR givið sítt fyrsta staklag út ‘’Drowning in melody’’

G! Festival og Sona hava gjört samstarvsavtalu um, at Sona verður appin, har G!-gestir kunnu fylgja beinleiðis við, hvat hendir á festivalinum