Donald Trump, forseti, hevur ikki bara verið aktivur á sosiala miðli sínum, Truth Social um vikuskiftið. Hann hevur eisini úttalað seg til fleiri stórar miðlar í USA, millum annað Fox News, Axios og NBC.
Og sambært tíðindamanninum hjá Fox News í Tel Aviv, so hevur forsetin millum annað sagt, at hann heldur góðir møguleikar eru fyri, at ein avtala um frið verður undirskrivað við Iran longu í morgin. Og um ikki iranar vilja ganga við til eina avtalu sum skjótast, so "umhugar hann at spreingja alt í luftina og ognartaka oljuna", sum hann sigur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



