Ukrainskir myndugleikar finnast hvassliga at FIFA-forsetanum, Gianni Infantino, eftir at hann lat upp fyri, at Russland kemur aftur í altjóða fótbólt.
Í samrøðu við sendingina "The World" hjá Sky, send mánadagin, sigur FIFA-forsetin, Infantino, at hann er til reiðar at loyva Russlandi inn aftur í hitan.
– Vit mugu. Avgjørt. Hetta forboðið hevur einki fingið burturúr. Tað hevur bara skapt meira frustrasjón og hatur, segði umstríddi Fifa-forsetin sambært NRK.
Gianni Infantino’s words sound irresponsible — not to say infantile.
— MatviiBidnyi (@bidnyi_matvii) February 2, 2026
They detach football from the reality in which children are being killed.
Let me remind you that since the start of Russia’s full-scale aggression, more than 650 Ukrainian athletes and coaches have been… pic.twitter.com/OK31RjOU1v
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



