Ukrainska herleiðslan hevur sagt yvirmannin fyri 14. serstøku maskinbrigatuni úr starvi orsakað av, at brigatuovastin "duldi veruligu støðuna, og gjørdi eina røð av feilútrokningum viðvíkjandi stuðlinum til hermenninar."
Tað skrivar herleiðslan á Telegram og leggur afturat, at serliga hava trupulleikar verið við matvøruveitingini til eitt av støðunum hjá brigatuni, skrivar TV2.
Myndirnar eru at síggja í eini grein í Kyiv Post - trýst her.
Sambært Kyiv Post eru myndirnar farnar viralt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



