At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eg hevði ein óunniligan dreym í fyrranáttina um, at fólk stóðu innanfyri ein glasvegg og hugdu at einum manni í øðrum rúmi. So tók eitt konufólk upp onkra fjarstýring, sum drap mannin hinumegin glasveggin. Hetta var morð.

Góði Bergur. At síggja teg í sjónvarpinum í kvøld, má eg siga var óhugnaligt, ja: skelkandi! Og so tosa tit um evnið, sum eg droymdi um, ja, helst sama kvøld, fundurin var í Løkshøll, har tú eisini sat og smíltist sum ein spentur, kúbýttur smádrongur.

Teir gera menn sum teg til formann í sokallaða etiska ráðnum, fyri at tøla og villa trúgvandi fólkið í Føroyum. Tú dugir at tosa, hevur fólkatekki, men ert hálur sum fáur: so teg kunnu teir brúka. Eg standi tíbetur uttanfyri títt andliga likam, sum sleikir ringin hjá antichristi í Róm, og havi tí síggjandi eygu. At síggja títt djevulska smíl, nú deyðshjálp er komið upp at venda í Føroyum, avdúkar fyri mær, hvør tú ert í dag ert vorðin. Tú ert ikki at kenna aftur, frá tí, tú vart fyri tríati árum síðani, hasin ungi maðurin, sum kundi tala til felags missiónsvikur í ítróttarhøllini í Runavík, einaferð tíðliga í níti árunum. Eg síggi ikki Jesus í tær í dag, men Göbbels.

Kona mín, Licia, úr USA, segði mær, at 86 ára gamli pápi hennara var á sokallaðum Hospis heimi, hevði undirskrivað onkra kontrakt, sum tey meintu, hann ikki var kunnaður um, hvat alt innibar. Hann hevði óvanliga góða heilsu, men knappliga, uttan nakra sjúku, viknaði hann yvir eina viku og doyði. Tey avvarðandi sluppu ikki at geva honum mat ella drekka ta vikuna, hann skuldi bara fáa ávísar tablettir frá dráps-sjúkrasystrunum, … og so doyði hann. Licia og systir hennara søgdu mær beint fram, at hann var dripin á Hospis heiminum.

Hevði tú enn verið tann sami, sum tú vart fyri tríati árum síðani, so hevði tú beint út sagt, at vit hava ikki loyvi til at taka lív, sjálvt um persónurin ynskir tað, tí at Guð gevur og tekur lív. Nakað annað er, tá ið krígsstøða er, ella onkur vil drepa børn ella konu okkara, so er tað sjálvverja. At ein sokallaður “prestur” sum tú nú skal vera formaður í hasum djevulska óetiska ráðnum, man vera ein tann sniðfundigasta ætlan, djevulin hevur gjørt í rættiliga langa tíð, í øllum førum síðan rumparalógin kom í 2017.

Tá ið eg var nýfrelstur tannárinum, minnist meg, at eg hoyrdi sagt, at í Hollandi brúktu tey deyðshjálp, og tað hildu ØLL tey trúgvandi vera heilt ræðuligt og óhugsandi, - nakað, sum bara fyrr hevði funnið stað í Nazista-týsklandi. Nú skal tann etiski garðurin eisini smyldrast í Føroyum, og fremst av Satansa monnum er Bergur, sum Hitlersa propaganda maður Joseph Göbbels. Hevði onkur sagt mær tá, at so fór at verða í 2026, so hevði eg dottið á reyvina. Í kvøld sat eg í stóli, men hjartað sakk, tað má eg siga. Mangt kunnu breyðprophetar tølast til í kirkju, sum er gift við statinum, tað má sigast.

Altso, hvat er tað vert at spyrja, hvar gudleysi føroyingurin í dag stendur í mun til deyðshjálp? Eigur maður sum tú, sum eitist at umboða Christ, yvirhøvur at reka við tíðarandanum, ella fyrihalda teg til hann? Spælir Guðs orð ongan veruligan leiklut í tíni lívsáskoðan? Og so sigur tú bara, at hetta er "interessant"! Hevði tú verið, sum eg minnist teg, so hevði tú sagt, at hetta er “skelkandi”, og ein “sera vandamikil glíðibreyt”, tí at kemur hetta inn, so fáa mørkini túsundbeint og fara spakuliga glíðandi longur og longur, til tey drepa fólk, sum tey meina, ikki hava eina nóg góða lívsgóðsku allíkavæl, ongan kæran eiga, ella eru givin at liva osv. Og so koyra tey gomul á Hospis, fáa tey at skriva undir okkurt skjal, har tey stóru tingini standa við minst skrift í einum eyka skjali, júst sum avtalur í bankanum, og gera sær ávísar sniðfundigar mannagongdir, har drápsmaskinan koyrir, men eingin heldur nakað vera galið, tí tey fylgja jú øll landsins lógum, - júst sum undir Hitleri stríðsárini.

Eitt er vist: Har, sum man byrjar at innføra evtanasi, har glíður tað bara tann ranga vegin, og praksis verður oftast verri, enn lógir siga. Hetta er uttan iva eitt stig í, hjá teimum hægstu, at finna leið til at tynna tann eldra fólkaskaran, sum gerst londum altsamt dýrari at uppihalda. So mikið síggi eg frá síðulinjuni; og í tínum djevulsku eygum.

Ein sannur trúgvandi hevði staðið við grátandi røtt í Degi og Viku og reyðum, grátandi eygum, - ikki sleiskur og roynt at toknast gudleysu mordarunum, einkið veruliga sagt ÍMÓTI tí, men bara, at tað var ... ”interresant”.

Ymsastaðni er tað nú vorðið lógligt, at drepa ófødd børn heilt inntil føðing. Og hvat tosa tey beistini um nú? Ja, hvat heldur tú? Jú, at mamman skal kunna drepa barnið tað fyrsta árið eftir føðing eisini. Verður tú við í tí kjakinum eisini, við stórum smíli á vørr?

Vakna, vend um frá mammon og mannasleiki, og kom aftur til tína sonnu trúgv. Um ikki, so verða vit ikki báðir í himni, tað kann eg siga tær. Og tað er einkið pávans sokallað ”sacramenti”, sum kann bjarga tær.

Tí tað er neyðugt,

Sjúrður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #