Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas
Politikkur

Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya og limur í Føroysku UNESCO-nevndini, handar landsstýrismanni í mentamálum, Bárði á Lakjuni, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki.

Á myndini: Landsstýrismaðurin saman við UNESCO-nevndini. Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni, og Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya. Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð í nevndini, hevði forfall

Mentamálaráðið: Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki, har heitt verður á politisku skipanina um gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki.

Í tilráðingini frá UNESCO-nevndini verður víst á, at føroyska samfelagið, eins og øll onnur samfeløg í heiminum, stendur framman fyri stórum avbjóðingum og broytingum, og at politiska skipanin í Føroyum fer í komandi tíðum at taka støðu til spurningar, sum menningin av vitlíki hevur við sær.

Tá arbeitt verður við at menna vitlíki, er tað umráðandi, at einstaka menniskja verður sett í miðdepilin. Vitlíki hevur við sær stórar møguleikar fyri menning, men hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Tað hevur tí stóran týdning, at menniskjað er í miðdeplinum í arbeiðinum at menna vitlíki, og at tað er menniskjað, ið stýrir og hevur ábyrgd av, hvussu vitlíki verður brúkt.

- Innan skúlaverkið og á hægri lærustovnunum hevur tað alstóran týdning, at vitlíki verður brúkt á skynsaman hátt og at stovnsleiðslurnar hava leiðreglur at ganga eftir. Eisini hevur tað alstóran týdning, at rættindini hjá høvundum, tónleikarum og øðrum listafólkum verða vird, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. 

Í tilráðingini verður víst á, at næmingar í bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum, lesandi á hægri lærustovnum og fólk á arbeiðsmarknaðinum eiga at fáa útbúgving ella tilboð um undirvísing, sum ger tey før fyri at brúka vitlíki sum amboð, og at almenna vitanin um vitlíki verður styrkt. Í arbeiðinum at menna vitlíki mugu rættindi hjá listafólkum til verk og avrik virðast.

- Tað er altavgerandi, at fólk hava innlit í, hvussu vítlíki verður brúkt, og at fólk vita, um vitlíki verður brúkt í samskiftinum við tey, sigur Bergur Djurhuus  Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, sum handaði landsstýrismanninum tilráðingina frá UNESCO-nevndini.

Virkisøkið hjá UNESCO er millumtjóða samstarv innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Føroyska UNESCO-nevndin, sum virkar sum bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan virkisøkini, hevur á fundi við landsstýrismannin í mentamálum kunnað um virksemið hjá nevndini og um ætlanirnar, sum liggja fyri framman - eitt nú varðveiting av føroyskum bátasmíði, møguliga UNESCO-tilnevning av eini geopark og tilráðing um etikk í vitlíki. Harafturat varð kunnað um samstarvið við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku.

Á myndini: Landsstýrismaðurin saman við UNESCO-nevndini. Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni, og Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya. Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð í nevndini, hevði forfall

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #