Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur

- Legg vápnini ella verður tað tann vissi deyði.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í einum boðum til iranar, nú USA og Ísrael eru farin undir umfatandi álop á Iran.

- Vit gera hetta fyri okkara børn. Vit kunnu ikki hava, at Iran mennir kjarnorkuvápn, sigur Donald Trump, og leggur eisini afturat, at tað kann blíva ein drúgvur bardagin, sum eisini fer at kosta amerikansk mannalív. 

Fleiri spreingingar hava verið at hoyrt í fleiri býum í Iran, og Donald Trump, forseti, sigur við iranska fólki, at nú skulu tey taka tjansin og fremja eina kollvelting.

Eisini Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hevur boðað frá álopinum, sum Ísrael tekur lut í.

- Hetta gera vit fyri at fyribyrgja, at Iran leypir á Ísrael. Fólk í Ísrael eiga at vera til reiðar at fara í bumbuskýli, sigur hann í einum boðum. 

Loftrúmið yvir Ísrael og har á leið er í løtuni stongt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #