Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela
Politikkur

Tað er ikki bara betur fyri umhvørvi at skifta til grøna orku, tað er eisini nógv betur fyri búskapin. Tað er fleiri falt bíligari at framleiða streym frá vindorku, enn frá motorverkunum. Hettar er orsøkin til at tað eru privatir aktørar sum standa í kø, fyri at sleppa inná marknaðin at framleiða og selja streym.

Seinasta samgongan, sum fór til val uppá grøna orku skiftið, megnaði IKKI at útbjóða og fáa loyvir í lagi til vindmyllur.

Tað hevur kostað føroyska búskapinum ca 50-100 milliónir um árið, av tí at neyðugt hevur verði at framleitt orku úr olju.

Hettar kemur omaná stóra undirskotið, sum hevur verði á fíggjarlógini.

Sambandsflokkurin eigur tí at virka fyri, at gera tað skjótari og smidligari at gjøgnumføra hesar verkætlanir.

SEV eiga vit øll og er tað sum ger, at vit ikki betala meira fyri streym enn neyðugt.

Tí eigur man at halda RIMMAR fast í hesari solidarisku skipanini.

Tí fáa tær stóru vinnurnar í Føroyum tað sum tær vilja, og sleppa at skipa sín egna streym, so verður tað tann vanligi Føroyingurin ið kemur at gjalda.

X við B
X við Hans Kári Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #