Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-094/2025 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um burðardygga ferðavinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær verður kunningin til útlendsk ferðafólk klár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa kunning
Svarað verður undir einum:
Visit Faroe Islands hevur nógv kunningartilfar um at ferðast trygt í náttúruni, um at hava fyrilit fyri fugla- og djóralívi og um at halda seg til gøtur og merktar farleiðir, m.a. stóra faldaran Faroe Islands – Tourist Guide 2026 og gongufaldaran Hiking in the Faroe Islands.
Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands er somuleiðis nógv kunning, og kunningin um trygd o.a. í sambandi við gongd í náttúruni er sera sjónlig.
Harumframt er stórt yvirlit yvir gonguleiðir kring landið, ið ferðafólk kunnu brúka, umframt at Visit Faroe Islands brúkar sosialar miðlar at fáa boðskapin um rættan atburð út. Øll kunningin er stuðlað við umfatandi skelting og leiðbeining kring alt landið, har greitt verður víst á, hvar gonguleiðirnar eru og hvørji atlit
skulu takast.
Í næstum fer Visit Faroe Islands eisini at almannakunngera eitt kunningarátak, sum við sera sjónligum skeltum á flogvøllinum og á øðrum almennum støðum skal vísa fólki á rættan atburð í náttúruni og aðrastaðni.
Nógvar kommunur, sum hava sent Tilfeingis- og vinnumálaráðnum sínar ferðavinnuætlanir, hava har sagt frá, at tær fara at gera átøk fyri at betra kunningina og boðini til ferðafólkini, har tað er neyðugt. Um so er, at tað í støðum ikki tykist vera greitt fyri ferðafólkum, hvørjar reglur eru galdandi, eru Visit Faroe Islands fús at veita ráðgeving um hóskandi skelting.
Ferðafólk kunnu tó ikki frammanundan vita, um atgongdin til ein ávísan haga er avmarkað, orsakað av rakstri ella øðrum landbúnaðarvirksemi akkurát tá tey høvdu ætlað sær at farið í hagan. Tí er best, um tey, ið varða av haganum, eisini seta upp skelti við portrið og møguliga seta fólk at ansa eftir, um tey vænta, at fólk kunnu koma at órógva.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



