Einkjan hjá fyrrverandi beatlinum John Lennon, Yoko Ono, ætlar at steðga søluni av ølinum "John Lemon".
Hon hevur gjøgnum sakførarar sínar gjørt bryggjarínum handan ølina greitt, at hon ikki dámar háttin sum navnið á manninum verður brúkt handilsliga og at gjøldur verður gjørdur úr honum.
Á merkinum á ølini er John Lemon avmyndaður, har sitrónskivur eru ístaðin fyri eyðkendu rundu brillurnar og teksturin "get bock" vísir til kenda beatles sangin "Get Back".
Sambært The Guardian hevur Yoko Ono skrásett navnið "John Lemon" júst so at tað ikki skuldi blíva misbrúkt. Ølin hevur verið á marknaðinum í fimm ár, og bryggjarin er slopin at selja lagrið sum er 5.000 ølir áðrenn 1. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



