Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: Leygardagin 21. februar var liðkapping í badminton í Klaksvík. Tilmeldaðir vóru 75 leikarar, og kappast var í trimum bólkum, U11-U15 dreingir, U11-15 blandað lið og U17-vaksin blandað lið.

Í mun til undanfarin ár, tá leikararnir hava meldað til sum lið úr egnum felag, vórðu liðini hesuferð sett saman tvørturum árgangir og feløg.

Endamálið er at skapa trivna og samanhald millum leikarar úr ymsu feløgunum.

Hetta er ein leistur, sum Badmintonsambandið hevur arbeitt við eina tíð, og við hesum fáa leikarar úr smærri feløgunum eisini møguleika at vera partur av liðkappingini.

Kappingin var jøvn og spennandi, og leikarar og fyriskiparar vóru væl nøgd við nýggja kappingarleistin og dagin.

Eftir ætlan verður liðkappingin árligt afturvendandi tiltak hjá Badmintonsambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #