Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tekstlýsingar

Synergi: Visti tu, at Leiðarar brúka í miðal 23 tímar um vikuna í fundum – yvir 55 % av arbeiðstíðini! (Kelda: Harvard Business Review). Set 3 tímar av tann 5. mars og spar eina rúgvu av tíð og pengum frameftir, tá tað kemur til fundir.

Tú kennir tað helst... aftur ein fundur uttan veruligt mál og mið. Og so gongur tað alt ov leingi, áðrenn fundurin fer í gongd. Fólk skulu líka fylla sær kaffikoppin og diskutera landsdystin, sum var. Alt ov nógv fólk eru eisini innkallaði til fundin, fólk sum ikki hava við júst hetta evnið at gera. Tey vóru kanska við til fyrsta fundin, men burdu ikki verið til allar hóast tað. Tað er bara lættari at innkalla øll og tú vilt heldur ikki fornerma nakran....

Tá fundurin so byrjar, fer hann næstan beinanvegin av sporinum. Og tað er næstan vónleyst at fáa hann á beint aftur. Undir øllum umstøðum tekur tað alt ov langa tíð. Áðrenn tú veitst av, hevur tú sitið á fundi í 1,5 tíma til nakað, sum kanska átti at tikið 20 minuttir.

Tað ljóðar kanska ikki so torført at stýra einum fundi, men hóast tað, so vísir tað seg at vera ein stór uppgáva.

Set 3 tímar av og fá skil uppá góða fundarleiðslu! Tú sparir fleiri mánaðar av frustratiónum!

Tekna teg HER! Tú kanst eisini ringja 322355 ella senda teldupost til synergi(at)synergi.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #