Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-096/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um landbúnaðarstuðul
Spurningurin var soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at broyta játtanarslagið frá at eita stuðul til lógarbundin játtan í sambandi við játtanina til landbúnaðin?
2. Er ætlanin ar hækka játtanina til landbúnaðarstuðul?
Svarað verður undir einum:
Tað eru avbjóðingar fyri bæði landbúnaðarvinnuna og landbúnaðarfyrisitingina, at landbúnaðarstuðulin er játtanartreytaður. Stuðulin til tann einstaka umsøkjaran verður bæði ávirkaður av teirri játtan, sum er til, og hvussu nógvir umsøkjarar eru til ta somu játtanina.
Hetta skapar ein óneyðugan váða fyri landbúnaðarvinnuna, tí tann einstaki vinnurekandi ikki veit, hvønn stuðul viðkomandi kann fáa. Somuleiðis viðvirkar hetta eisini til eina økta umsitingarliga byrðu fyri Búnaðarstovuna, tí henda skipanin er umsitingarliga tung.
Ábendingar eru um, at breið politisk undirtøka er fyri at økja landbúnaðarstuðulin og at broyta játtanarmannagongdina, so hon verður lík stuðulsskipanini til skipasmíð.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið var farið undir at kanna, hvussu landbúnaðarstuðulin kann verða umskipaður. Av tí at løgtingsval er útskrivað, er hetta arbeiðið lagt stilt.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



