Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Mítt tastatur

Eftir dagin í gjár má staðfestast, at landið liggur í stjórnarloysi. Her er ongin kós, og ongin samling á troppinum hjá sjefdomptørinum, Aksel hjá Vilhelm.

Framsókn er hvørki ein stjórnarberandi ella seriøsur flokkur.

Í meir enn eitt ár hava málini um tunnilsfarleiðina undir Suðuroyarfirði og ein hækkan av almenna pensjónsaldrinum hingið óloysiliga saman, sambært Ruth Vang.

Men í gjár var ikki tað brádliga als ikki støðan, og tað hevði tað aldrin verið.

Kárason og Hergerisson síggja fyri sær at heinta nakrar lágt hangandi fruktir, við at mótmæla tunnilsverkætlanini, nú flokkurin liggur á einum mandati í veljarakanningunum.

Men allarhelst skal meir til enn so at venda gongdini hjá tí appilsingula flokkinum, har avrikslistin inniheldur nærum bara, at man hevur bannað el-rennihjólum og at rúsdrekkasølan í Havnini hevur longri opið leygardagar – í eini royndartíð.

Hendan manøvran frá framsóknarmonnunum hevur nokk fyrst og fremst sett Framsókn út í kuldan, tá ein komandi samgonga skal skipast, í langa tíð.

Spurningurin er so, um Tjóðveldi sá frægari út í gjár, tá tey størstu verbalu kríggini inni í tingsalinum vóru millum tjóðveldistingfólk.

Hetta og atkvøðugreiðslurnar í gjár vísa, at Tjóðveldi er minst líka stjórnarberandi sum Framsókn er í løtuni, men kann vera verri at telva seg runt um, tá kabalin skal ganga upp eftir valið.

So er tað Javnaðarflokkurin.

Flokkurin, ið liggur í spønum í veljarakanningunum, men avlíkavæl velur at krevja av øllum sínum tingfólkum, at tey skulu leingja arbeiðslívið hjá verkafólkum, heldur enn at stytta arbeiðsvikuna.

Atkvøðugreiðslan í floksleiðsluni hjá javnaðinum um vikuskiftið stóð seg ikki petti aftanfyri mannagongdirnar í Kommunistaflokkinum í Kina.

Meðan Javnaðarflokkurin helt avtaluna við Ruth – ið opinbart ikki var ein avtala – og atkvøddi samlaður saman fyri Suðuroyartunlinum, so má staðfestast, at flokkurin er stjórnarberandi. Men hinvegin sær hann úteftir út sum ein joke.

Nógv størsti flokkur á valinum í 2022, ið gongur beint móti høvuðsvallyftinum um at stytta arbeiðsvikuna, stendur sum einasti flokkur í samgonguni saman um avtalur.

Men enn eigur Aksel síðsta leikin, ið verður mikudagin.

Tað sær út til at ein taktisk finta er í umbúnað, har løgtingsforkvinnan hevur sett tunnilsmálið á skrá áðrenn pensjónsmálið til tingfundin mikudagin.

Tað merkir, at Framsókn tá má bekenna kulør í tunnilsmálinum áðrenn pensjónsmálið.

Broytist onki, so kann Aksel aftur kallað floksleiðsluna saman til bráðfeingis viðgerð, um tingfólkini sleppa leys úr leinkjunum, og kunnu fella pensjónsmálið.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #