Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum 13 februar 2026 bleiv spurningurin: Nær verður arbeiðsvikan verður stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur. Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum.  

Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum.

Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.

Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.

Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?  

Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?

Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?

Fakfelagssamstarvið 
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 
Havnar Arbeiðskvinnufelag 
Heilsuhjálparafelag Føroya 
Akademikarafelag Føroya 
Føroya Pedagogfelag 
Føroya Lærarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #