Virkandi amerikanski sendiharrin í Kyiv, Julie Davis, leggur frá sær eftir minni enn eitt ár í starvinum, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið.
Uppsøgnin kemur samtíðis, sum amerikanskar royndir at fáa eina vápnahvíld í lag í krígnum millum Russland og Ukraina eru steðgaðar, skrivar TV 2.
Financial Times skrivaði fyrst um málið, og segði, at tað var orsakað av ósemju við politikkin hjá Donald Trump, forseta. Men talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Tommy Pigott, vísti hesum aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



