Peter Thiel stovnaði sína ogn saman við Elon Musk í fyritøkuni PayPal, og síðani hevur Peter Thiel vunnið stórar pengar gjøgnum íløgur í fyritøkur sum Facebook og OpenAI.
Hann er í løtuni nummar 40 á listanum hjá Forbes yvir heimsins ríkastu menn, og tá hann ikki ferðast runt við sínum fyrilestri um Antikrist, brúkar Peter Thiel sína tíð sum íleggjari, samstundis sum hann eisini er nevndarformaður í fyritøku síni Palantir.
Palantir selur eftirlitsforrit, og forritini hjá fyritøkuni verða til dømis brúkt av umstríddu amerikansku løgregluni ICE.
Hon er eisini seld myndugleikum í einum hópi av vesturlendskum londum, eitt nú í Danmark, har løgreglan millum annað brúkar skipanina.
Peter Thiel var fyrsti tøknimilliardinguin, sum stuðlaði Donald Trump sum forsetavalevni í 2016, og sambært eini frágreiðing hjá Bloomberg hevur hann sett minst 16 av sínum fyrrverandi nærmastu samstarvsfeløgum í valdsmikil størv í amerikansku stjórnini.
Hann er eisini pengamaðurin aftanfyri amerikanska varaforsetan J.D. Vance, og tað var hann, sum byrjaði politisku yrkisleiðina hjá J.D. Vance við eini methøgari gávu uppá 15 milliónir dollarar í 2016.
Men hvussu endaði ein so suksessfullur vinnulívsmaður sum Peter Thiel við at standa á einum palli á einum vísindaakademi í París og koma við spádómum um dómadag?
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



