Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Vinna

Hagstovan: Í mars var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.

Í mars vóru 366 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 65 færri enn í sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í mars vóru tað 312 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 50 færri enn í mars í fjør. 

Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í mars vóru 136 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 109, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri. 

230 menn vóru raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 203, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri. 

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #