40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo
Vinna

Bakkafrost: Bakkafrost fekk fulla ASC-góðkenning (Aquaculture Stewardship Council) í Føroyum í 2020. Í Skotlandi hevur samtakið nú rokkið sama máli. Hetta er ein týðandi varði fyri virksemið og okkara miðvísa arbeiði fyri ábyrgdarfullari aling.

ASC-góðkenningin er millum strangastu og mest viðurkendu altjóða standardar innan umhvørvislig atlit og samfelagsliga ábyrgd í alivinnuni.

Fyri Bakkafrost er góðkenningin ein staðfesting av miðvísa arbeiði felagsins at framleiða laks í samsvari við hægstu krøv, tá ið ræður um umhvørvi, fiskavælferð og samfelagsábyrgd - við fullum sporføri gjøgnum alla virðisketuna.

Fyri kundar og brúkarar er góðkenningin ein trygd fyri, at laksur frá Bakkafrost stavar frá aling, sum er eftirmett av óheftum triðjaparti eftir hægstu altjóða krøvum.

Tað styrkir álitið á okkara arbeiði við burðardygd, fiskavælferð og gjøgnumskygni í øllum okkara virksemi.

Anna Johansen, QESH-leiðari í Bakkafrost-samtakinum, sigur:

„At røkka 100% ASC-góðkenning í øllum samtakinum hevur sera stóran týdning fyri Bakkafrost. Tað endurspeglar miðvísa arbeiðið hjá okkara starvsfólkum og okkara arbeiði fyri ábyrgdarfullari laksaaling, hægri dygd og áhaldandi betringum í øllum tí, vit gera.“

Bakkafrost fer framhaldandi at leggja stóran dent á ábyrgdarfullan vøkstur og nýskapan, samstundis sum vit vilja varðveita støðuna í oddinum innan burðardygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #