Aldubáran: 1. mars kl. 15.00 framførir Aldubáran barna- og ungdómskonsertina “Vampýrella” í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla.
Barnabókin “Vampýrella” hjá Edwardi Fuglø er støði undir framførsluni, sum Páll Sólstein hevur skrivað tónleik til. Framførslan fer fram við tónleiki, frásøgufólki umframt við myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.
“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Við dreymakendum myndum og tónleiki verða børnini drigin inn í søguna og uppliva broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni. Framførslan gevur teimum innlit í menniskjaliga menning - umframt eina livandi listarliga uppliving.
Konsertin hóskar serliga væl til børn og ung millum 9-13 ár. Framførslan byrjar klokkan 15.00 og varðar í hálvan tíma. Tiltakið er ókeypis.
Við í framførsluni verða:
Frásøgufólk: Jákup Dahl
Violin: Jón Festirstein
Viola: Angelika Hansen
Sello: Kristina Á Váli
Kontrabas: Andrias Vilhelm Poulsen
Floyta: Andrea Heindriksdóttir
Klarinet: Anna Klett
Saxofon: Kristina Thede Johansen
Horn: Páll Sólstein
Trompet: Jóhan Hentze
Guitar: Ólavur Eyðunsson Gaard
Video og teknik: Ernst Remnel
Framleitt hava:
Søga og Myndir: Edward Fuglø
Tónleikur: Páll Sólstein
Spøkilsikór: Tórshavnar Manskór
Video: Eyðbjørg S. Andreasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



