Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai
Útlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: ASV Elite kvinnurnar vunnu í gjár 3-0 á heimavølli ímóti Holte. Finalurøðin í Danmark verður avgjørd við eini “best av fimm” røð og við sigrinum í gjár vann ASV Elite triðja sigurin og harvið danska meistaraheitið.

Holte vann annars innleiðandi donsku kappingina, har ASV bleiv nr. 2, men í finalurøðunum var ASV Elite stinnari enn Holte.

Umframt Bjørk, so hevur ASV Elite liðið eisini eitt annað føroyskt samband. Á liðnum saman við Bjørk er Marie Sonne Kristensen. Hon er unnustan hjá føroyska landsliðsleikaranum Bjarna Joensen úr Sørvági, sum saman við Silas Poulsen leikar við mannsliðnum hjá ASV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #