Tingforkvinnan seinastu setuna, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, hevur gjørt av at takka fyri seg í politikki.
- Eftir 18 ár sum tingkvinna havi eg tikið avgerð um at taka meg úr politikki. Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú, skrivar hon millum annað á facebookvanganum.
Bjørt Samuelsen var bert eina atkvøðu styttri enn táverandi formaðurin, Høgni Hoydal, sum fekk 760 atkvøður, á valinum í 2022. Sirið Stenberg, sum var nummar trý á listanum, fekk 457 atkvøður. Tá Høgni Hoydal legði frá sær vann Sirið Stenberg stríðsval ímóti Bjørt Samuelsen um at verða nýggj forkvinna í Tjóðveldi.
- Gleði meg at royna ótroyttar gøtur, ella at taka táttin uppaftur, har eg slepti, tá eg nokkso brádliga valdi at gerast politikari, skrivar Bjørt Samuelsen, sum í nógv ár arbeiddi sum journalistur áðrenn hon gjørdist politikari.
Bjørt Samuelsen hevur eisini verið nevnd "Føroya fyrsti spunasmiður" tá hon í 2004 fór "yvir um borðið" sum onkur miðil skrivaði, og fór at arbeiða fyri tásitandi løgmann, Jóannes Eidesgaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



