Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Brúgvin um Fjarðará
Spurningar:
1. Er ætlanin at gera eina nýggja brúgv um Fjarðará í Skálafirði?
2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein møgulig nýggj brúgv fer at kosta?
3. Hvørja ávirkan hevur tað fyri møguleikarnar at gera ein nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði, um nógvir pengar verða brúktir til ábøtur á verandi veg?
Viðmerkingar:
Landsverk hevur í nógv ár víst á, at nógvar brúgvar í Føroyum eru í ringum standi.
Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði hevur verið nevnd sum dømi um eina brúgv, sum er í sera ringum standi.
Nú ljóðar at brúgvin skal skiftast út, men samtíðis er ein onnur eldri ætlan um at gera nýggjan veg uttanum bygdina. Tann ætlanin hevur verið parkerað í nógv ár.
Hesin spurningurin verður settur fyri at vita, hvørja ávirkan tað kann hava á ætlanina um at gera ein nýggjan veg, um nógvir pengar verða brúktir til at bøta um verandi veg.
Á Løgtingi, 28. apríl 2026
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



