Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth
Onnur tíðindi

- Var tað ikki fyri okkum, so tosaðu tit franskt. Tað segði Charles kongur av Stórabretlandi í aðrari talu síni sum hann helt í gjár, nú hann og konan, Camilla, vitja í USA. Kongur sipaði til kríggið millum Stórabretland og Frankaríki um valdið í Norðuramerkia. Hann svaraði Donald Trump, sum hevur sagt, at var tað ikki fyri USA, so tosaði Europa týskt.

Fleiri viðmerkjarar hava sagt, at Charles kongur hevur verið óvanliga politiskur í sínum orðavali, og hóast tað er sagt á ein skemtiligan hátt, so er onki at ivast í, at uppgávan hjá kongi er at bøta um viðurskiftini ímillum USA og Stórabretland, sum hava verið køld undir Trump forseta, ikki minst síðani USA leyp á Iran og aftaná hartaði eitt nú Stórabretland fyri ikki at hjálpa til.

Charles kongur minti Donald Trump á hjálpina, USA fekk úr Europa eftir yvirgangsálopið 9. september 2001 og segði, at Europa nú hevur brúk fyri hjálp úr USA til at stuðla Ukraina sum er fyri ágangi úr Russlandi.

Hoyr taluna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #