Tað kemur neyvan óvart á nakran, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki best umtókti persónurin millum danir.
Hann hevur fleiri ferðir róð framundir, at USA ætlar at ogna sær Grønland, um neyðugt við at brúka hernaðarligt vald.
Men danir duga at skjóta aftur uppá meira enn ein máta, og nú hevur bakaríið Kjers brød, sum heldur til í Videbæk í Jyllandi, gjørt eina serliga Trump kaku sum hevur vakt ans um allan heim tí fleiri miðlar, eitt ný Sky news, New York Times og The London Economic, hava umrøtt hana.
Í viðmerkjarateiginum hjá onkrum av miðlunum koma fleiri góð hugskot og spurningar frá lesarunum.
Onkur heldur, at neyvan man nógv tilfar skula til at baka hesa kakuna, onkur vil vita, um kakan er liðugt bakað, onkur annar, um hon er tóm innaní, og uppaftur onkur annar, um tollur er á henni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



