Ein kjarnorkufysikari skotin framman fyri húsum sínum. Ein eftirløntur generalur, sum hvørvur sporleyst. Ein rúmdarverkfrøðingur, sum ikki kemur aftur av gongutúri.
Málini røkka frá 2023 til seinastu óloystu hendingina, tá William Neil McCasland, fyrrverandi generalur í amerikanska flogverjuni, hvarv 26. februar 2026, úr heiminum í New Meksiko.
Hann er eitt av fleiri fólkum, sum eru knýtt at kjarnorku- og rúmdargransking, sum eru deyð ella horvin undir ymiskum umstøðum seinastu árini.
Málini hava givið orsøk til konspirasjónsteoriir um at vitan er hildin loynilig og UFO á sosialu miðlunum og hava eisini vakt politiskan ans í USA.
BREAKING: President Trump vows to look into the 10 scientists who have gone missing or turned up dead:
— Fox News (@FoxNews) April 16, 2026
"I hope it's random, but we're going to know in the next week and a half."
"I just left a meeting on that subject."
"Pretty serious stuff... Some of them were very important… pic.twitter.com/VMgeZyayXl
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



