Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Tónleikur

SF: Hon vinnur alt meira fram sum DJ á elektroniska pallinum í Danmark, og við orkufullum og dansieggjandi ljóði ger hon alt meira vart við seg.

DJ Maria Fagranes spælir eitt litríkt bland av øsandi og melodiøsum techno, afro house og kendum popptónum. Hon dugir at skapa eina fangandi ferð frá djúpum og pumpandi rytmum til hæddarsveimandi hittløtur.

Seinasta árið hevur Maria Fagranes spælt á fleiri tiltøkum í Keypmannahavn. Hon var við á "Untamed Jungle" hjá Kristian von Hornsleth og á "Southlab" í Poolen, umframt at hon hevur undirhildið á undirgrundklubbanum Mondule, har hon eisini verður at hoyra í sambandi við Copenhagen Distortion festivalin í summar. Hon hevur eisini spælt til nógv privat og almenn tiltøk og hevur framført saman við øðrum kendum DJ'um.

Maria Fagranes er kend fyri sína nærveru, hon dregur fjøldina at sær, og hon skapar eitt heilt serligt samband við áhoyrararnar. Hennara sett eru ikki bara tónleikur – tey eru ein næverandi uppliving, har tú kanst fara við rytmum og stemningi og fáa eina intensa og gevandi tónleikauppliving.

DJ Maria Fagranes framførir í Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #