Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Vinna

Á myndini síggjast f.v. Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali

Á myndini síggjast f.v. Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali

Á myndini síggjast f.v. Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali

Felagið Føroysk Marknaðarfólk: Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, er nú endurstovnað. Felagið virkaði frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði, men nú er felagið endurstovnað. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

Vitanardeiling og netverk
Umleið fýra ferðir um árið fer felagið at skipa fyri tiltøkum fyri limum við føroyskum case stories, serfrøðingum og kjaktorgi. Møguleiki er eisini at skipa fyri felagsferðum til altjóða marknaðarføringsmessur og -ráðstevnur. Við ársskiftið verður somuleiðis skipað fyri ársveitslu og virðislønarhandan.

Fyrsta tiltakið í Vinnuhúsinum
Fyrsta limatiltakið verður mikudagin 27. mai, kl. 14.00 í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið verður eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum. Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Ráðgevar, ið vóru við at stýra valstríðini fyri teir størstu flokkarnar fara at at luttaka og tosa nærri um evnið. Onnur komandi limatiltøk verða kunngjørd seinni.

Hvat er eitt marknaðarfólk?
Øll marknaðarfólk kunnu gerast limir í felagnum. Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

Limaskapur
Nýggir limir kunnu melda seg sum lim í endurstovnaða felagnum við at skriva til: ffm(at)ffm.fo

Nýggj nevnd sett
Á stovnandi aðalfundinum, 4. mai 2026, varð nevnd vald. Tey valdu vóru: Ann Krista í Dali (marknaðarleiðari hjá Gist & Vist), Eiler Fagraklett (marknaðarleiðari hjá Poul Hansen), Henny á Líknargøtu (Travel Director hjá Smyril Line), Levi Hanssen (brand- og marknaðarleiðari hjá Hiddenfjord) og Lív Sørensen (marknaðarráðgevi hjá Betri Trygging). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni og Henny á Líknargøtu sum kassameistara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #