Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Framsýningar

Filmsfelagið: Í samstarvi við Femifagnaðin sýnir Filmsfelagið aftur í ár ein film við feministiskum vinkli upp undir altjóða kvinnudagin. Sýningin er mikudagin og Hildur Patursson fer at innleiða. Hon var sjálv til staðar, tá hendingin, sum filmurin byggir á, fór fram.

Undir heitinum “The Day Iceland Stood Still” fáa vit ein kraftmikilan og hugtakandi heimildarfilm um dagin, tá kvinnur í Íslandi broyttu søguna.

24. oktober 1975 løgdu 90 prosent av íslendskum kvinnum arbeiðið frá sær. Tær fóru ikki til arbeiðis, gjørdu ikki húsligt arbeiði og ansaðu ikki børnum. Ísland steðgaði. Telefonir ringdu óavbrotið, skúlar og stovnar lótu aftur, og menninir máttu fyri fyrstu ferð í stórum tali takast við gerandisdagin einsamallir.

Filmurin greiðir frá hesum sermerkta degi gjøgnum livandi frásagnir frá kvinnunum, sum skipaðu verkfallið, og kvinnunum, sum tóku lut. Við arkivmyndum, tónleiki og persónligum søgum verður víst, hvussu samhaldsfesti, dirvi og humor gjørdust amboð í einum stríði fyri javnrættindum.

“The Day Iceland Stood Still” er ikki bara ein filmur um eina søguliga hending, men ein áminning um, hvussu nógv broyting kann spretta úr felagsskapi og samfelagsligari ábyrgd. Fimm ár seinni fekk Ísland sín fyrsta kvinnuliga forseta, Vigdís Finnbogadóttir, og nógv peika á henda dagin sum eitt av teimum avgerandi vendipunktunum í stríðinum fyri javnrættindi.

Filmsfelagið 4/3 kl 20:00 The Day Iceland Stood Still (Pamela Hogan og Hrafnhildur Gunnarsdóttir, USA/Ísland 2024, 71 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #