Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-090/25 frá Hannu Jensen, løgtingkvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um bráðfeingis ferðsluábøtur við Streymin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar bráðfeingis ferðsluábøtur er ætlanin at fremja við vegamótið landsvegurin við brúnna um Streymin og innkoyringina til Norðskála, og hvat kosta tær?
2. Hvussu skjótt kunnu hesar bráðfeingis ábøtur fremjast og fáast at virka?
Svar til spurning 1
Arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum at loysa ferðslutrupulleikarnar við vegamótið við Brúnna um Streymin og íbindingarnar við Norðskála og Oyrarbakka.
Ferðslutrygdin eigur at verða sett fremst, og tað er at fegnast um, at Løgtingið hevur raðfest at gera ferðsluábøtur á staðnum við at marka 300 tús. kr. til endamálið.
Fyri 4 áum síðani varð loyvda ferðin skeltað niður frá 80 km/t til 60 km/t fyri at fáa ferðina niður fram við íbindingunum báðu megin brúnna. Tað vísir seg tó, at ferðin er ov høg hjá nøkrum akførum. Bilførarar varnast ikki skeltini ella virða ikki ferðavmarkingarnar.
Neyðugt er at gera annað meira sjónligt átak, ið minnir bilførarar á ikki at koyra ov skjótt. Arbeitt verður við eini loysn við ferðgáum báðu megin brúnna. Ein ferðgái er eitt elektroniskt ferðslutrygdartól, sum vísir ferðina hjá akfarinum á einum ljósskelti, við blinki, um koyrt verður ov skjótt.
Ferðgáar verða settir upp við vegir fyri at minka um ferðina hjá akførum. Kanningar vísa, at tá ferðin verður gjørd sjónlig á henda hátt, laga bilførarar ferðina eftir hesum, og ferðin minkar munandi.
Svar til spurning 2
Ferðgáarnir eru keyptir, og er ætlanin at seta teir upp sum skjótast. Miðað verður eftir, at skipanin fer at virka í mars 2026. Játtanin uppá 300 tús. kr. røkkur til hesa ferðslutrygdarskipanina.
Ruth Vang
Landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



