Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Tann 4. juni 1959 viðtók Fólkatingið við 3. viðgerð eina ”Lov for Færøerne om Folkepension,” sum kom í gildi tann 1. oktober sama ár.

Lesur ein ta greining, ið fylgir við, so finst ikki eitt orð um, at fólkapensiónsupphæddin, ið danir lata føroyingum, eisini kann nýtast at fíggja undirsjóvartunlar við.

Men tað vil Løgtingið nú.

Javnaðarflokkurin, sum er forsprákari fyri at hækka pensiónsaldurin, vil nú nýta part av pensiónini, ið pensionistarnir fáa frá Danmark, fara í Suðuroyartunnilin.

Kendi arbeiðaravinurin, formaðurin í Javnaðarflokkinum P.M Dam,  var løgmaður í 1959, sama árið sum danir sendu føroyingum fyrstu upphæddina av fólkapensión.

Hann var fólkatingsmaður 1948 – 1957,  og uttan iva eigur hann tí heilt stóran lut í, at danir sendu føroyingum fólkapensión.

Tí verður ein ikki sørt bilsin av, at tað júst er Javnaðarflokkurin, ið nú vil taka part av fólkapensiónini til at gera ein undirsjóvartunnil fyri.

Sigast má, at vent er í holuni, og at Javnaðarflokkurin, sum var, ikki er meira.

Og tað ávaraði Dam í einari 1. mai dags røðu á Tvøroyri í 1945 um, tá hann segði, at um tann arbeiðandi fjøldin ikki sjálv syrgdi fyri, at krøv hennara vórðu gingin á møti, so bleiv hon svikin.

Og tað er júst tað, ið er við at henda, nú fólkapensiónin skal nýtast til undirsjóvartunnil.

Tann fólkapensiónin, ið hann eigur stóra æru av, at føroyingar fingu.

P. Michelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #